Í Føroyum búgva innflytarar úr meira enn 100 ymiskum londum. Tað er bara gott, at vit hava fleiri arbeiðis kraft um tey kunnu føla, at tey eru partur av okkara samfelagnum og hava virðing fyri okkara mentan. Skjótt sum tey læra føroyskt er problemi loyst. Men nú kom eitt mál sum hevur elvt til kjak. Muslimskur depil í Føroyum.
Vit skulu læra frá Evropa! Ja man virdu tá trúarfrælsi og bjóðaði Islam. Hvat hendir? Man hevur bjóða so nógv inn sum ikki hevði somu mentan í Evropa at tað bleiv ein katastrofa. Tey kundi ikki integrerast, men staðin fyri samlaðist saman í ein bólk fyri seg undir navninum “Islam” og kravdu at man skuldi gera tað sum tey vildu.
Trúarfrælsi hoyrir ikki heima hjá Islam. Vissi ein sum var muslim men er nú blivin til kristin verður viðkomandi forfylgd av familjuni. Hvar er trúarfrælsi har?
Neyðugt átøkini eru:
-Seta mørk á hvussu nógv tilflytararnar kunnu koma í mun til fólkatalið
-eingin flóttafólk skulu koma inn í landi, sum ikki hevur líknandi mentan sum Føroyingar
-Styrkja mállæru til tilflytarar.
-banna virksemi hjá Islam sum muslimskt depil, mosku og burka við lóg
-Krevst ein revsiváttan áðrenn viðkomandi sleppur inn í landi at arbeiða
Ikki hatur ímóti tilflytarum men kærleiki til Føroyar
Føroyar er eitt líti land. Ringt at finna á heimskortinum um man ikki veit Føroyar er til. 55.000 fólk er einki í mun til útheimin. Tað er tápuligt at vit yvirhøvur hugsa um Føroyar kann hava nakran ávirkan á ES, ST, og Trump. Vit skulu royna, at hava ein lágan profil ímóti stórveldinum.
At hava skil fyri hvør kemur inn í landi er ikki rasisma men eitt neyðugt ting at gera vissi man vil hava sítt egna land. Tá man sigur Ja til muslimskt depil sigur man ja til Mosku, Burka, og enntá biðirúm í flogvøllinum. Religión Islam eigur ikki at hava nakran ávirkan á okkara land, samfelag, fólkakirkjuni ella í samkomuni.
Føroyar er og skal altíð verða eitt kristin land. Soleiðis verja vit okkum ímóti islamiseringini.
Strangari útlendingalóg er eisini trygdar- og verju politikkur!!! Strangari útlendingalóg er eisini trygdar- og verju politikkur!!!
Petur Asano
3 tímar síðan
Mest lisið hesa vikuna
Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund
12. februar kl. 09:15
Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur
Í gjár kl. 09:29
Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið
12. februar kl. 07:57
Ein umbering
12. februar kl. 08:30
Hevur vónir um rættvísi
10. februar kl. 17:15
Borghild og Jóhannes Martin Olsen hava verið gift í 70 ár
Í gjár kl. 18:05