Stjórin í MI5: Yvirgangsmenn fara at gera meira um seg

Hendingarnar í Afghanistan hava uttan iva givið yvirgangsmonnum í Stórabretlandi blóð upp á tonnina, sigur stjórin í MI5, sum væntar, at yvirgangsmenn fara at gera meira um seg.

Steinar Patursson
10. september 2021 kl. 11:25

Stjórin í bretsku MI5 fregnartænastuni, Ken McCallum, vil vera við, Taliban hertøkan av Afghanistan kann hava við sær, yvirgangsmenn í Stórabretlandi fara at gera meira um seg.

Í samrøðu við Today á BBC Radio 4 sigur McCallum, at bretar skulu ikki vænta, at talið á yvirgangsatsóknum fer at økjast frá degi til dags, men at hertøkan av Afghanistan kann virka sum ein moralskur styrkur til teirra, ið ynskja at fremja yvirgang í Stórabretlandi, og at Stórabretland skal ansa eftir vøkstri í ”inspireraðum yvirgangi”, sum hann málber seg.

Tilsamans hava bretskar fregnartænastur steðgað 31 yvirgangsálopum seinastu fýra árini, sum hava verið nær við at verða framd, og seks teirra hava verið í koronutíð.

Yvirhøvur hevur talan verið um yvirgangsætlanir frá víðgongdum islamistum, men talið á ætlaðum álopum frá víðgongdum høgra-yvirgangsmonnum hevur eisini verið vaksandi, sigur McCallum við BBC.

- Eg eri keddur av at siga tað, men hóttanin um yvirgang móti Stórabretlandi er verulig og varandi.

- Tað er eingin ivi um, at hendingarnar í Afghanistan hava eggjað og styrkt summar av ekstremistunum, so at vera ansin fyri júst tí slagnum av vanda er tað, sum mín stovnur hugsavnar seg um, saman við mongum øðrum hóttanum, segði Ken McCallum.

Í morgin eru liðin 20 ár síðani yvirgangsálopini á World Trade Center og Pentagon.