Ongi úrslit

Spennandi dystir í London og í Manchester í dag.

Arsenal spælur ímóti Bayern Leverkusen og Manchester City spælur ímóti Real Madrid.

Vilhelm Clementsen
7 tímar síðan

Champions League er aftur á skránni í dag og í morgin.

Fyrsti dystur í dag er í Portugal har Sporting Lisbon, sum tekur ímóti Norsku sensatiónini, Bodø/Glimt. Bodø/Glimt vann fyrsta dystin 3-0 í Norra.

Út á kvøldið eru fleiri dystir.

Arsenal sum liggur fremst í Premier League, tekur ímóti Bayern Leverkusen. Arsenal hevði tað heldur trupult ímóti Leverkusen á útivølli og úrsliti bleiv 1-1 eftir at Arsenal fekk brotsspark seint í seinna hálvleiki. Men hesa ferð verður spælt í London og alt kann henda.

Hin dysturin í London verður ímillum Chelsea og PSG. Chelsea spældi ein fínan dyst ímóti Champions League meistarinum frá í fjør, men ímóti endanum lótu teir 2 mál inn sum gjørdi at úrsliti í París bleiv 5-2 til PSG.

Tað er eisini ein triði dystur sum verður í Englandi í dag og hann er ímillum tey bæði stórfeløgini Manchester City og Real Madrid. Manchester City hevur, hóast teir hava heimvøll, eina trupla uppgávu eftur at teir taptu 3-0 í Madrid.

Dystinir kunnu síggjast á Viaplay ella á kanalinum hjá Viasat sum eita TV3+og TV3 sport.


17:45: Sporting vs Bodø/Glimt (TV3 Sport, Viaplay)

20:00: Chelsea vs PSG (TV3 Sport, Viaplay)

20:00: Manchester City vs PSG (TV3+, Viaplay)

20:00: Arsenal vs Bayern Leverkusen (Viaplay)

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46