Ongi úrslit

Søkja eftir stjóra til Strandferðsluna

Stjórin hevur ábyrgdina av at standa á odda fyri Strandfaraskipum Landsins og tryggja, at stovnurin verður skipaður og mentur í samsvari við nútíðar tørv og at menna ein greiðan leiðslu- og fyrisitingarhugburð, sum hóskar til ein virkisfýsnan almennan stovn

Jonhard Hammer
4 tímar síðan

Nú søkir Strandferðslan eftir nýggjum stjóra. Umsóknarfreistin er 12. mars ella á grækarismessu.

Strandfaraskip Landsins er ein týðandi stovnur hjá landinum og hevur stóran týdning í gerandisdegnum hjá borgarum landsins. Høvuðsuppgávurnar eru at skipa fyri sjóvegis fólkaflutningi og farmaflutningi umframt landvegis fólkaflutningi kring alt landið. Strandferðslan er í holt við at endurnýggja miðalstóru og smærru ferjurnar á Oyggjaleiðum, og Bygdaleiðir verða skjótt bjóðaðar út av nýggjum. 

Strandferðslan rekur 7 sjóvegis farleiðir og 8 ferjur. Tað eru 24 farleiðir á landi og umleið 40 bussar verða brúktir til farleiðirnar, íroknað eykabussar. Farleiðirnar eru útveittar til privatar busseigarar.

Á farleiðunum hjá Strandferðsluni ferðast umleið 1 millión ferðafólk um árið; umleið 520.000 við Oyggjaleiðum og 480.000 við Bygdaleiðum. Umleið 150.000 akfør verða flutt við ferjunum árliga. Strandferðslan umsitur eisini tyrlusáttmálan við Atlantic Airways. Tað ferðast umleið 11.000 ferðafólk um árið við tyrluni. Strandfaraskip Landsins veitir árliga tænastur fyri umleið 250 mió. kr. og hevur eisini inntøkur frá virkseminum. Á stovninum eru umleið 175 fulltíðarstørv. Starvsfólkini hava ymiskar útbúgvingar og førleikar, og ein stórur partur arbeiðir í skiftandi vaktum.

Stjórin hevur ábyrgdina av at standa á odda fyri Strandfaraskipum Landsins og tryggja, at stovnurin verður skipaður og mentur í samsvari við nútíðar tørv og at menna ein greiðan leiðslu- og fyrisitingarhugburð, sum hóskar til ein virkisfýsnan almennan stovn.

Stjórin skal ganga á odda við at skipa eitt trygt og mennandi arbeiðsumhvørvið fyri starvsfólk stovnsins. Tað er umráðandi, at stjórin hevur góð evni at áseta greið strategisk mál, at raðfesta uppgávur, dugir at vísa fíggjarligt skynsemi og at veita landsstýrinum góða og álítandi ráðgeving. Stjórin skal vera málsøkin og hava evni at skapa ró, tá ið støðan kann gerast trupul.

Høvuðsskrivstovan og fyrisitingin er staðsett á Tvøroyri. 

Umsóknafreistin er hósdagin, hin 12. mars 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Tað er rein satanisma

8. februar kl. 21:00

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

12. februar kl. 09:15

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

12. februar kl. 07:57

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Útlendingar í Føroyum

11. februar kl. 07:37