Nú verður lýst eftir nýggjum presti til Suðuroyar norðara prestagjald. Presturin hevur sæti á Tvøroyri og ætlanin er at hann skal taka við 1. august.
Starvið er leyst eftir at Annika Gaard Magnussen segði seg úr starvi í heyst. Roynt hevur verið at fáa ein avloysara frá 1. mars til 31. juli, men hóast áhugi var fyri starvinum, kundi eingin bygja 1. mars, so eingin avgerð er tikin um tað enn.
Men nú verður so søkt eftir nýggjum presti í fult starv. Fýra kirkjusóknir eru í prestagjaldinum, Tvøroyri, Hvalba, Fámjin og Sandvík, og harafturat er Bønhús eisini í Ørðavík.
Ein annar prestur er í Suðuroyar Norðara prestagjaldi, tað er Hanus Pál Jógvansson, prestur í Hvalba.
Sagt verður, at tað er týdningarmikið at nýggi presturin er við at skapa trivnað í kirkjuni, og rundan um kirkjuna, eisini yrkadagar.
– At skapa trivnað er ein felags uppgáva fyri báðar prestarnar í prestagjaldinum í neyvum samstarvi við kirkjuráðini og kirkjunnar tænarar.
Tey vilja hava ein prest, sum er sjónligur millum fólki í kirkjusóknunum, gevur áhugamálum fólksins gætur og tekur lut í arbeiðinum millum, børn, ung og eldri.