Ongi úrslit

Søguligir bygningar brenna í Cape Town

Stórur eldur hevur gjørt um seg í Cape Town síðan gjáramorgunin, og fleiri hundrað fólk eru flutt burtur. Eldurin hevur fingið fastatøkur á kampusøkinum við Table Mountain, og Jagger bókasavnið hevur fingið stóran skaða

Steinar Patursson
19. apríl 2021 kl. 11:15

Fleiri hundrað næmingar eru fluttir burtur, og og fleiri søguligir bygningar hava fingið stórar skaðar, eftir at eldur hevur herjað á Table Mountain í Cape Town í Suðurafrika síðan gjáramorgun.

Eldurin, ið hildið verður kyknaði onkrastaðni á Table Mountain, vaks skjótt og festi í fleiri bygningar á kampusøkinum hjá University of Cape Town, sigur BBC.

Millum annað søguliga Jagger bókasavnið og Mostert’s Mill hava fingið nógvan skaða, men eisini lestrarbústaðir hjá lesandi á universitetinum eru raktir.

Jagger bókasavnið, ið er næstan 200 ára gamalt, hevði nógva týdningarmikið tilfar í varðveitslu, og Mostert’s Mill frá 1796 er – ella var – elsta virkarndi mylla í Suðurafrika.

Sløkkiliðsfólk í Cape Town siga sambært BBC, at eldurin skapaði egnan vind, sum so aftur gjørdi, at eldurin vaks skjótt í turra kjarrvøkstrinum. Roknað verður við, at tað fer at taka í minsta lagi tríggjar dagar bert at fáa tamarhald á eldinum.

South African National Parks, sum, er stovnurin, ið varðar av tjóðarlundum og øðrum økjum í Suðurafrika, heldur, at eldurin er kyknaður, eftir at onkur heimleysur hevur kynt sær bál og er farin frá tí.

Allir næmingarnir eru fluttir burtur frá kampusøkinum, sigur Cape Town University á Twitter, og íbúgvar í økinum hava fingið boð um at lata vindeygu og hurðar aftur, tí nógvur roykur og nógv sót er í luftini.

Í løtuni taka fleiri enn 120 sløkkiliðsfólk lut í átakinum, og fýra tyrlur oysa vatn á eldin úr erva, sigur BBC.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46

Kvf vitjaði Tórbjørn

Í gjár kl. 18:52