Ongi úrslit

Skúlanæmingar framføra heimskendan sangleik

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Í løtuni ber til at síggja heimskenda sangleikin, Grease, í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Tað er Sangleikabreytin fyri 10. floks næmingar, sum framføra hendan »spennandi, romantiska og stuttliga leik«, sum tey málbera seg. Og leikurin er týddur til føroyskt, so hann verður framførdur á føroyskum - við føroyskum ungdómum, sum syngja, dansa og spæla á pallinum - og arbeiða uppá ein bil frá 1975.  

Tey siga, at Grease hevur alt, ið ein sangleikur eigur at hava: góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og tað eru næmingarnir sjálvir, ið bæði spæla tónleikin og sum spæla sjónleik.

Tey siga í tíðindaskrivi, at leikurin er bæði fyri børn, ung og vaksin, tí leikritið er lagað til so at tað riggar í Føroyum og riggar til allar aldursbólkar.

Men søgugongdin er tann sama, og sangirnar munnu tey flestu kenna, hóast næmingarnir framføra teir á føroyskum.

Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava Sangleikabreytina undir hond. Umleið 50 næmingar eru á breytini í ár, sum eru úr Fuglafjørði av Strondum skúla og úr Sundalagnum.

Seinasta sýningin verður 25. mars, men ongi atgongumerki eru eftir til fleiri av sýningunum.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46