Ongi úrslit

Skrivligur fyrispurningur

eftir § 52a í Tingskipanini

Annika Olsen
7 tímar síðan

Spyrjari: Annika Olsen, løgtingskvinna

Svarari: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum

Evni: Nýggjur vinnupolitikkur

Spurningar:

Hvat er støðan við arbeiðinum við nýggja vinnupolitikkinum, og nær verður tað liðugt?

Er ætlanin, at viðurskiftini hjá íverksetarum og nýskapanarfyritøkum verða ein partur av vinnupolitikkinum?

Hvørjir ítøkiligir batar eru ávegis fyri føroyskar íverksetarafyritøkur, sum landsstýrismaðurin ætlar at seta í verk?

Viðmerkingar:

Okkara vinnupolitikkur er frá 2005. Havandi í huga, at vinnuligi geirin er broyttur munandi síðani, er veruligur tørvur á einum dagførdum og nýggjum vinnupolitikki, sum greitt setir karmar fyri okkara vinnulívi. Tørvur er á einum vinnupolitikki, sum setir greið mál fyri vinnumenning, og sum greinar ótilætlaðar lógarforðingar og kappingaravlagandi skipanir og lógir í vinnuni, og sum beinir hesar burtur. Men tað er somuleiðis sera umráðandi, at nýggi vinnupolitikkurin setir greið mál fyri nýskapanarfyritøkur og íverksetarafyritøkur, tí her liggur eitt ovurstórt búskaparligt virði, sum bæði kann skapa arbeiðspláss, búskaparligan vøkstur og økt útflutningsvirði.

Hóast tað ikki skortar uppá hugskot í føroyska ívreksetararumhvørvinum, so eru tað fleiri forðingar, sum eisini gera, at føroysk nýmenning av vørum ikki er kappingarfør. Eitt er atgongdin til váðafýsan kapital, sum fyritøkurnar hava tørv á, eitt annað eru lagaligar skipanir, sum kunnu hjálpa einari nýbyrjanarfyritøku at fóta sær.

Í Íslandi hevur man eina afturberingarskipan til nýskapandi fyritøkur, ið kunnu fáa part av útreiðslunum til íløgur í nýskapan endurgoldnar, og í Íslandi hevur man havt serliga góðar royndir av hesum, eins og hetta hevur havt jaliga ávirkan á íverksetaraumhvørvið. Eitt gott dømi um hetta er fyritøkan Kerecis, ið varð seld fyri umleið 1 milliard dollarar. Eisini hava Danmark og Noreg líknandi skipanir við góðum royndum.

Áhugi hevur verið fyri føroyskum íverkserarafyritøkum, men tá íleggjarar finna útav, at vit ikki hava eina tílíka afturberingarskipan í Føroyum, gerst áhugin minni.

Á Løgtingi, 18. februar 2026

Annika Olsen

Mest lisið hesa vikuna

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

12. februar kl. 09:15

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

15. februar kl. 09:29

Atlantsflog meldað til løgregluna

Í gjár kl. 10:08

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

12. februar kl. 07:57

Ein umbering

12. februar kl. 08:30

Borghild og Jóhannes Martin Olsen hava verið gift í 70 ár

15. februar kl. 18:05