Í dag hava vit fastar skattafrádráttir, sum t.d. botnfrádrátt, barnafrádrátt v.m., sum eru fastir frádráttir, ið ikki verða reguleraðir frá ári til ár. Hetta vil eg broyta.
Við tí skipan, sum vit hava í dag, lækkar effektin av frádráttunum fyri hvørt ár. Allar lønir hækka hvørt ár, prísstøðið hækkar hvørt ár, og hetta viðførir, at fyri hvørt ár, sum gongur, fær fólkið minni og minni fyri frádráttirnar. Tað merkir eisini, at lutfalsliga meira og meira verður skattað hjá lønmóttakarum.
Tí fari eg arbeiða fyri, at skattafrádráttir skulu prístalsviðgerast hvørt ár. Soleiðis tryggja vit, at veruliga skattatrýstið hjá fólkinum ikki hækkar hvørt ár.
X við Una Rasmussen
Valdið til fólkið
– Vel Fólkaflokkin 26. mars