Ongi úrslit

Skamnesty International

Jenis av Rana
4. juli 2025 kl. 15:18

Var nøkur skomm skapt í sokallaða amnesty international, so hevði felagsskapurin, síðani 7. oktobur 2023, havt skipað fyri einum ótali av stuðulsgongum og skrivað eitt ótal av stuðuls- og harmaskrivum í samkenslu við tey óseku, sum hendan dagin vórðu burturflutt inn í pínsluhelviti í Gaza.

Hesi 250 vórðu (ella kanska ikki?) hepnari enn tey fleiri enn 1200, sum vórðu brend livandi, voldtikin, sundurlimaði o.a.m., áðrenn tey miskunnarleyst vórðu myrd. Tey 250 rændu hava upplivað somu bastialsku pínsluhættir, fyri síðani at verða drigin heiman inn í ein ófrásigiligan djevulskan veruleika í fangaskapi í Gaza.

Fimtinýggju (59) teirra sita enn fangar í Gaza! Vórðu hesi, GÍSLARNIR, nevnd, nú dupultmoralski jødahatandi felagsskapurin í gjár skipaði fyri stuðultiltaki fyri CIVILU íbúgvunum í Gaza.

Vórðu tey nevnd, hesi sum í dag hava sitið í sekshundrað og tríati seks (636)  dagar, flestu teirra í ómenniskjaligum, trongum tunlum, eyðmýkt, vanvird og pínd- bert tí tey eru jødar? Hvussu ofta vórðu tey nevnd á tiltakinum í gjár? Hvussu ofta nevndi KVF tíðindadeildin hjá Hamaz hesi í tíðindastreyminum í gjár og í dag- ella yvirhøvur síðani 7. oktobur 2023?   

Hvør einasti av teimum tríati, sum gingu í gonguni í gjár, amnesty international um allan heim og KVF tíðindadeildin hjá Hamaz, vita, at í somu løtu gíslarnir, hesi neyðars óseku 59 fólkini, verða latin leys, so verður friður í Gaza! Hví siga tey onki um tað? Hví stríðist amnesty ikki fyri leysgeving teirra, hví stríðist ST ikki fyri hesum, hví tosar KVF tíðindadeildin hjá Hamaz ikki um hetta???

Nei einki fara Aksel Johannesen, løgmaður ella Siri Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, at taka lut í kóri teirra, sum í dag ganga á odda í alheims jødahatrinum. Tað álit hevur Miðflokkurin á teimum báðum- og teimum, sum standa aftanfyri tey! Ta vanvirðingina lata tey ikki falla á Føroyar og føroyingar.

Jenis av Rana,

formaður Miðfloksins

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

Í gjár kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46