Tað eru fleiri Føroyingar sum búgva í Danmark, sum hava møguleika fyri at atkvøða til løgtingsvalið 2026. Í tí sambandi spurdu vit sendistovuna í Keypmannahavn, hvussu tað stendur til við brævatkvøðunum.
Tað hava higartil verið 464 fólk og valt til Løgtingsvalið 2026 á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn, sigur Jóngerð Lundsbjerg sum er skrivari á sendistovuni.
Talið av atkvøðum er sera høgt í mun til seinasta Løgtingsval í 2022.
242 fólk góvu sína brævatkvøðu til Løgtingsvalið 2022 á Sendistovuni. Tað vil siga, at talið á brævatkvøðum móttiknar á sendistovuni, eru næstan tvífaldaðar í ár, frá Løgtingsvalinum í 2022, Sigur Jóngerð.