Ongi úrslit

Selt fyri 12 milliónir pund

Jóhanna Højgaard
10 tímar síðan

Kanska er tað eitt gott hugskot at kanna um man liggur inni við einum dýrgripi, um man hevur samlað uppá tey vælumtøktu Pokémon-kortini einaferð í tíðini.

Tann kendi YouTube'arin Logan Paul hevur nú selt eitt ógvuliga sjáldsamt Pokémon-kort, fyri yvir 12 milliónir pund undir beinleiðis stroyming.

Pokémon-kort hava verið ein virðismikil vøra síðani tey fyrstu ferð komu út í 1996, men virðið á teimum er bara vaksið gjøgnum árini.

Meðan nøkur av upprunaligu kortunum kunnu seljast fyri fleiri hundrað pund, er tað sjáldsamasta nakrantíð Pikachu Illustrator kortið við PSA (yrkisítróttarváttan) 10 flokki, sum áður varð keypt av YouTuber Logan Paul fyri £ 3,8 milliónir í 2021.

Tá sló hetta metið fyri dýrasta Pokémon kort, sum varð selt á privatari uppboðssølu. Nú, fimm ár seinni, er metið aftur sligið, eftir at Paul seldi kortið undir einum livestream fyri massivar 16.492.000 dollarar, tað svarar til umleið 103,8 milliónir krónur.

Mest lisið hesa vikuna

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

12. februar kl. 09:15

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

15. februar kl. 09:29

Atlantsflog meldað til løgregluna

13 tímar síðan

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

12. februar kl. 07:57

Ein umbering

12. februar kl. 08:30

Borghild og Jóhannes Martin Olsen hava verið gift í 70 ár

15. februar kl. 18:05