Í gjár hendi tað tvær ferðir, at fólk ringdu til løgregluna at greiða frá, at tey høvdu fingið eini sms frá Netflix, sum tey hildu vera ein roynd at svika pengar frá teimum.
Boðini vóru skrivað á føroyskum og tey vóru, at kontan hjá teimum hjá Netflix verður stongd um eitt samdøgur og tí mugu tey dagføra sínar gjaldsupplýsingar beinanvegin.
Nummarið, sum boðini eru frá, er eitt nummar í Eysturríki.
Annar av teimum, sum ringdi ikki, heldur ikki Netflix, so tað varð skjótt avgreitt, og hin hevði heldur einki gjørt.
Løgreglan fær ikki gjørt so nógv við slíkt, men tey ávara kortini fólk um, at slík boð eru í umferð. Men fólk skulu endiliga ikki gera nakað, tí talan er um følsk boð.