Rakul fer at starvast á Jarðfeingi og verður innskrivað sum phd-lesandi á Oslo Universitet.
Jørðin verður í løtuni lutfalsliga nógv ávirkað av veðurlagsbroytingum, og verða ikki framd nøkur ítøkilig tiltøk í hesum sambandi, kann tað møguliga enda við eini altjóða veðurlagskreppu við álvarsligum avleiðingum fyri heimin.
Føroyar hava í fleiri ár havt ætlanir um at minka um CO2-útlátið, men hetta hevur ikki eydnast higartil. Ein máti at minka um CO2-nøgdina í lofthavinum, og sum hevur verið brúktur síðani fyrst í 1970-unum, er at leiða og goyma CO2 niðri í jørðini.
Hóast møguleikin hevur verið kendur og brúktur leingi, er tað ikki fyrrenn seinastu 15 árini, at man í Íslandi og USA er farin at kanna møguleikan fyri at leiða CO2 niður í basalt. Hesar royndir hava víst, at CO2 reagerar lutfalsliga skjótt við basaltið, og tinnur vera gjørdar, sum fylla op og rivur í undirgrundini innan bert tvey til fimm ár. Hetta verður mett at vera sera effektivt, tí tað hevur víst seg at taka umleið 1.000 ár við øðrum grótsløgum. Hetta vísir, at basalt er sera væl egnað til hetta endamálið, skrivar heimasíðan hjá Jarðfeingi.
Endamálið við verkætlanini er at kanna, hvussu stórur partur av basaltpakkanum í Føroyum eru op, og um øki eru í Føroyum, sum eru betur egnað enn onnur øki til hetta endamálið. Hetta so at man kann fáa nakrar ábendingar um, hvussu nógv CO2 kann leiðast niður í føroysku undirgrundina.
Vitanin, sum kemur burturúr hesi verkætlan, kann eisini brúkast í grundvatnsgransking fyri at finna út av, hvussu nógv vatn situr í føroysku undirgrundini, soleiðis at man í framtíðini kanska kann brúka vatnið til drekkivatn ella til upphiting av bygningum.
Phd-verkætlanin hjá Rakul Mariu Johannesen hevur stóran týdning fyri nýggju fokusøkini hjá Jarðfeingi og kann vera við til at flyta gransking av CO2-goymslum í basalti kring heimin annars fram á leið, nú farið verður meira og meira frá kolvetnisgransking til gransking við atliti til varandi orku, veðurlag og drekkivatn.
Kelda: Jarðfeingi