Í einum brævi, sum var sent limum í amerikansku kongressini, upplýsir amerikanska løgmálaráðið leygardagin, at øll skjølini hjá Epstein sum deildin hevur, nú eru almannakunngjørd.
Fráboðanin hevur elvt til øsing, tí Løgmálaráðið hevur áður sagt, at tað hevði upp til seks milliónir skjøl, men at tey vildu halda aftur ein stóran part av umhugsni fyri ofrunum.
Hetta hevur fingið republikanska umboðsmannin Thomas Massie, at krevja, at løgmálaráðið millum annað gevur út innanhýsis minnisrit, sum lýsa fyrrverandi avgerðir um, hvørt Jeffrey Epstein og hansara samstarvsfelagar skulu ákærast.
Hann úttalar eisini hvassan kritikk av Pam Bondi.
- Eg haldi ikki, at løgmálaráðharri Pam Bondi hevur álit á sær sjálvari, svaraði Massie, tá hann varð spurdur, um hann framvegis hevði álit til hanai.
Nancy Mace, sum situr í Umboðsmannatinginum fyri Republikanararnar, kritiserar eisini harðliga brævinum sum Pam Bondi sendi kongressini.
- Undanførslurnar, sum verða givnar fyri ikki at sleppa út øll skjølini, halda ikki í rættinum. Hetta forsvinnur ikki, fyrr enn fólk fara í fongsul, skrivar Mace á X.
Nøgdin av skjølum, sum hava við kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein at gera, er eitt av teimum mest miðvísu og umstríddu punktunum í málinum.
Seinast metti ein greining hjá amerikanska miðlinum Channel4, at bert umleið tvey prosent av samlaða tilfarinum eru almannakunngjørd.
Millum teirra er ein teldupostur frá 2025, har ein kanningarstjóri metir, at umleið 14 terabyte av dátum, sum hava við Jeffrey Epstein at gera, eru savnaðar inn.
Bara eitt ár seinni eru tó bert umleið 300 gigabyte almannakunngjørd, sum svarar til umleið 2 prosent.
Fleiri av ofrunum hjá Epstein hava kritiserað Pam Bondi fyri manglandi innlit í, hvørji skjøl vórðu hildin aftur.
Vara-løgmálaráðharrin Todd Blanche, hevur áður upplýst, at seks milliónir skjøl vóru innsavnaði, men at nógvar av teimum innihalda pornografi, tilfar um misnýtslu av børnum, viðkvæmar upplýsingar, sum hava við offur at gera og kopi av øðrum skjølum, og tí verða tey ikki almannakunngjørd.