Skrivaði millum jól og nýggjár bloggin “Sjálvstýri - á veg at gerast vinstraflokkur?”, har eg m.a. sipaði til nýggja retorikkin hjá floksformanninum Sámal Peturi í Grund um ognarskatt og revolutión:
“Tað tykist eisini kontra-intuitivt, at ein smáborgarligur flokkur sum Sjálvstýri kemur við vinstravendum uppskotum sum ognarskatt og byrjar at tosa um revolutión. Fyri tað fyrsta er Sjálvstýri søguliga ein óðalsflokkur, ið byggir á at verja privatan ognarskap - ikki sum Fólkaflokkurin fyri tey ríkastu, men fyri breiðu fjøldina av smáognarum. Tá skurrar tosið um ognarskatt illa. At Sjálvstýri eisini er farin at tosa um revolutión tykist heilt margháttligt, tí júst Sjálvstýri hevur verið tiltikin fyri at arbeiða "stig fyri stig" og ikki at leypa fram av.”
Hetta fall Sylviu Thomsen, valevni fyri Sjálvstýri í Klaksvík, fyri bróstið, og hon skrivaði lesarabrævið “Tak yvir høvdið fram um spekulasjón”, har hon serliga nýtti orku at verja støðutakanina fyri ognarskatti.
Ognarskattur vil raka smápláss og útoyggjar hart
Eg vil viðmerkja nakrar av hennara grundgevingum fyri ognarskatti. Sylvia skrivar: “Við at halda hús nummar eitt uttanfyri ognarskatt og leggja skattin progressivt á hús nummar 2+, verður stig fyri stig arbeitt fyri at loysa bústaðartrupulleikan, styrkja møguleikan hjá vanligum fólki at keypa sítt fyrsta hús og steðga spekulatión við bústøðum.”
Við hesum er tankin, at ognarskatturin skal økjast progressivt, alt eftir hvussu nógv hús, ein eigur. Fyri tað fyrsta má spurnatekin setast við, um Sjálvstýri meinar við hús ella bústaðir sum heild, tvs. íbúðir, bústaðareindir o.s.fr. Hvør munur er á t.d. at hava ein innrættaðan kjallara á stórplássi og eini lítil hús í eini fjarskotnari bygd? Hetta fyrra vil vera nógv meiri attraktivt hjá flestu barnafamiljum at flyta inn í, ímeðan húsini í fjarskotnu bygdini sannlíkt ikki verða aktiverað sum bústaðir, hvørki við ella uttan ognarskatt. Fjarstøðan er snøgt sagt ov long. Nógv betur hevði verið at sett krøv til, at bústaðir skulu brúkast til bústaðir, tvs. ikki til stutttíðarleigu sum t.d. Airbnb.
Sylvia skrivar víðari: “Man kann valla kalla seg smáognara, um ein eigur meira enn eitt hús.” Hetta er heilt burturvið, tí heilt nógv vanlig fólk eiga tvey hús. Nakað heilt annað eru ríkmenn og fyritøkur, ið keypa hús og íbúðir undir seg antin fyri at reka ferðavinnu ella fyri at hýsa útlendskum starvsfólkum. Nógv tóm hús í Føroyum eru arvað, tí foreldrini, ið búðu á smáplássi er farin, ímeðan børnini eru flutt á størri pláss við betri arbeiðs- og vælferðarmøguleikum. Hóast ein eigur tvey hús, er hetta ikki neyðturviliga av ríkidømi, men tí foreldrini eru deyð ella flutt á røktarheim. Við ognarskatti verður enn truplari at sleppa av við tey til rímiligan prís, tíansheldur fáa ráð at halda tey. Nógv, sum eiga tvey hús vegna arv, fara tí at gerast fíggjarliga sperd av hesum, og í summum førum verða bestu ráðini tí at ríva húsini niður. Tað økir í hvussu er ikki bústaðarmeingið.
Sylvia gloymir eisini, at flestu útoyggjafólk hava tvey hús, eitt á útoyggj og eitt á meginlandinum. Hetta er ein fyritreyt fyri at kunna virka á útoyggj. Hóast ein býr á oynni, noyðist ein ofta at vera á meginlandinum í longri tíðarskeið, tí man kann ikki líta á ferðasambandið, sum meginlandsbúgvar kunnu. Við hesum uppskoti vil Sjálvstýri leggja eina eyka byrðu á útoyggjar, uttan at tað á nakran hátt loysir bústaðartrupulleikan. Bert fá vilja flyta á útoyggj, og uttan eyka bústað á meginlandinum er tað nærum ikki møguligt.
Ognarskattur økir leigukostnaðin
Sylvia skrivar síðani: “Tað, at ognarskattur ikki verður settur á hús nummar eitt, ikki bara verjir ognarskapin hjá smáognaranum, men verður eisini við til at gera fyrsta húsakeypið gjørligt hjá mongum, sum í dag ikki fáa húsalán, hóast tey hava eina stabila miðal inntøku.”
Fyri tað fyrsta verjir ognarskattur als ikki ognarskapin hjá nøkrum yvirhøvur - hvørki smá- ella stórognarum, tað er eitt eintýðugt inntriv í ognir hjá fólki, og tað kann lættliga gerast ein gliðibreyt, eins og sæst í øðrum londum. Byrjað verður í smáum við skatti á tey, ið hava fleiri bústaðir, men landskassin er sum kunnugt eitt svart hol, ið støðugt vantar pengar. Er ognarskattur komin, er skjótt at skrúva á skattaskrúvuna, seta gjaldið upp ella seta skatt á aðrar fastognir eisini, t.d. jørð, neyst, vinnubygningar o.s.fr. Fyri ikki at tala um óskilið og pappírsarbeiðið, ið stendst av at meta um virðið á ognum. Hetta er ein stór hóttan ímóti rættartrygdini hjá øllum ognarum, sum vit síggja nógv dømi um í t.d. Danmark, har vanlukkuligar feilmetingar eru gerandiskostur. Síðani mugu fólk ígjøgnum ein frumskóg av skrivstovuveldi fyri at rætta feilirnar - og nógv geva bara upp, tí tey orka ikki. Og hvussu skulu pengarnir síðani umsitast? Hvør skal avgera, hvussu teir skulu brúkast? Sylvia tosar luftiga um “oyramerking”, men uttan at siga, hvussu hetta ítøkiliga skal gerast.
Sjálvstýri heldur, at ognarskattur fer at lætta um húsakeyp hjá teimum, ið í dag ikki fáa húsalán. Tankin er, at hetta gevur teimum fyrimun, ið einki eiga frammanundan. Vónin er at broddurin verður tikin av eftirspurninginum, soleiðis at ríkfólk plasera sínar fíggjarognir aðrastaðni enn í bústaðir. Men hóast eina ávísa minking í eftirspurninginum (bústaðakappingini), fer ognarskatturin í stóran mun at verða lagdur oman á kostnaðin fyri at eiga bústaðir til útleigu, og hesin kostnaður fer at verða lagdur oman á húsaleigurnar - og rakar sostatt leigarararnar. Hvussu so víkir og vendir fer privati leigumarknaðurin at vera berandi partur av bústaðameinginum í Føroyum, eisini framyvir. Hóast eftirspurningurin eftir bústøðum kann minka nakað vegna ognarskattin, fer ognarskatturin sum heild at dýrka stóran part av privata leigumarknaðinum.
Annars eru seinastu árini bygdir nógvir nýggir bústaðir, serliga íbúðir. Ein váði við progressiva ognarskattinum hjá Sjálvstýri er, at privatir aktørar himprast við at byggja nýtt til útleigu, tí jú fleiri bústaðir tú eigur, tess hægri skattasats skalt tú gjalda.
Set strangari krøv til stuttíðarleigu
Eg eri samdur í, at neyðugt er at føra ein meiri aktivan bústaðarpolitikk, men ognarskattur er ikki besta amboðið, tí kostnaðurin vil í stóran mun raka vanligar føroyingar. Heldur eigur tað at vera nógv greiðari skilmark millum bústaðarøki og vinnuøki. Ferðavinna er vinnulív, og eigur ikki at rekast í privatum bústaðarøkjum. Lat skipaðu ferðavinnuna eiga ferðafólkini, soleiðis at bústaðarøkini verða varðveit til fastbúgvandi, og ferðavinnan hinvegin kann skapa arbeiðspláss, heldur enn at blokera bústaðir. Hetta er ikki bert ein spurningur um talið á aktivum bústøðum, men eisini um sosiala samanhangsmáttin í bústaðarøkinum. Sum nú er verða heilar bygdir og ávísir býlingar “frítíðargjørd”, soleiðis at fastbúgvandi verða rikin úr økinum til fyrimuns fyri ferðafólk. Eitt er, at tað gongur út yvir trivnaðin, men tað gongur harumframt út yvir inntøkurnar hjá kommununi og máar undan tænastugrundarlagnum í økinum. Handlar hvørva, skúlar hvørva, barnaansing hvørvir, lokal feløg detta niður fyri o.s.fr.
Tað áttu heldur at verið settar strangar býarskipanarligar treytir til bústaðarøki, soleiðis at tey verða sett av til fastbúgvandi. Hetta vil eisini gera, at kjallaraíbúðir og vikuskiftishús í størri mun verða leigað út, heldur enn at standa tóm, ella verða leigað út til ferðafólk. Túsundtals bústaðir standa í dag óbrúktir, og hóast tað sjálvandi eisini eiga at verða bygdir nýggir bústaðir - til ognar sum til leigu - so eiga óbrúktir bústaðir eisini at aktiverast sum langtíðarbústaðir.
Stuðla í neðra, skatta í erva
Vit eiga heilt greitt at betra um møguleikarnar hjá ungum fólki at ogna sær bústað. Eitt er at loysa eitt bráðfeingis bústaðartrot, men ognarskapur er harumframt við til at skapa eitt bæði bústaðarliga og fíggjarliga trygt lív fyri húsarhaldini. Ein fastogn er ikki bert ein bústaður, men eisini eitt “virðisbræv”, ið kann fíggja framtíðar lívsætlanir. Vert kundi verið at hugt eftir differentiering av rentustuðlinum, soleiðis at einans fyrstuferðkeyparar fáa rentustuðul, ímeðan onnur ikki nýtast hetta, tí tey longu hava fingið ágóðan gjøgnum fyrstu íløguna og harvið hava fingið fótin inn um á bústaðamarknaðinum.
Yvirskipað er tað ein vansi at hugsa í “universellum skipanum”, tí tær av góðum grundum eru alt ov dýrar. Hví lata rentustuðul til fólk, ið longu eru vælbjargað? Hví ikki málrætta stuðulin til ungar familjur, ið ynskja at seta búgv? Eins og universellur ognarskattur vil vera við til at skeikla bústaðmarknaðin, er universellur rentustuðul somuleiðis við til at trýsta yvirskipaða prísstøðið upp á bústaðamarknaðinum. Ført verður stundum fram, at rentustuðul eigur at fíggjast av ognarskatti, og eg skilji væl hetta sjónarmið. Men heldur enn at innføra universellan ognarskatt til at fíggja universellan rentustuðul, hevði kanska verið betri at avmarka rentustuðulin til fyrstuferðkeyparar uttan ognir, og kanska bert upp til eina ávísa upphædd.