Ongi úrslit

Odmar og Oddmar handaðu Odmari heiðurin

Føroyameistari og steypavinnari og nú eisini besti spælari í oktobur mánað

© Mynd: Hans Erik Danielsen
Odmar Færø, sum er kosin besti spælari í oktober, sæst her saman við pápanum Oddmari Færø og abbanum Odmari Færø. Aftanfyri A-landsliðsspælarar og U-21 landsliðsspælarar
FSF/Hans Erik Danielsen
8. november 2025 kl. 10:59

Odmar Færø úr KÍ gjørdi eitt ordans hál seinasta mánaðan í hesum kappingarárinum.

– Omaná hini steypini, ið vit hava vunnið, so var hetta ein deiligur heiður at fáa. Men eg haldi eisini at tað hevur gingið væl seinastu tíðina – gamaní havi eg verið eitt sindur skaddur, men ikki verri enn so, at eg havi kunna spælt eitt sindur. So samanumtikið hevur endin upp á kappingarárið verið serstakliga góður.

Tað sigur Odmar Færø úr KÍ, sum seinnapartin fríggjadagin – áðrenn manslandsliðið fór á Tórsvøll at venja – bleiv kunngjørdur sum besti spælari í oktobur.

Tað eru venjarar, fjølmiðlafólk og viðmerkjarar, ið greiða atkvøðu, og í harðari kapping við liðfelagan, Árna Frederiksberg, fekk Odmar Færø flestar atkvøður. Aðrir, sum eisini fingu væl av atkvøðum, vóru Emil Grøn Pedersen úr HB, og Filip Brattbakk og René Shaki Joensen úr KÍ.

Tað vóru navnarnir hjá Odmari, pápin og abbin, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaðu Odmari Færø eitt gávubræv frá Hotel Brandan upp á 1.000 krónur, og saman við teimum var eisini Sandi Færø, ið handaði beiggja sínum eina glasstandmynd, ið er latin av FSF.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

Í gjár kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46