Ongi úrslit

Nýggj heimsskipan undir Kanadiskari leiðslu?

Mette Frederiksen tosar um nýggja heimsskipan uttan USA

Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Verjusamstarv og trygdarpolitikkur í Arktis í ófriðarligum tíðum. Tað var hvat teir nordiske leiðararnir hittust fyri at tosa um í Oslo í gjár.

Tíðindafundur var hildin aftaná, har allir leiðararnir fingu høvið at siga nøkur orð, og svara spurningum.

Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen legði tað fram á fundi við tey fimm Norðurlondini, saman við serligum gesti kanadiska forsætisráðharranum Mark Carney.

Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen hevði nógv rós at bera til Kanadiska starvsfelaga hennara, Mark Carney:

-Eg haldi ikki, at eg nakrantíð havi hoyrt so nógvar hugleiðingar um eina røðu frá einum starvsfelaga, sum eg havi hoyrt um tína røðu í Davos, segði hon við Carney.

Tað er tí at tú vísir leiðslu, og tosar um hvussu fólkaræðini kunnu arbeiða saman, og vit skulu binda okkum enn tættari í hesum heimi, har gamla heimsskipanin er burtur. Hon kemur nokk ikki aftur, so vit mugu byggja okkurt nýtt, segði hon.

-Ein rúgva av leiðarum har úti-men eisini almenningurin kring heimin, eru sera takksom fyri leiðsluna sum Kanada hevur víst seinastu mánaðirnar. Tað finnst eitt rúm av manglandi globalari leiðslu, sum síðani Trump kom til maktina skal fyllast.

Vit eru samd við tykkum, fólkaræði kunnu arbeiða saman.

Og vit gleða okkum nú at knýta okkum enn tættari saman, legði Mette afturat.

Í sambandi við fundin boðaðu tey seks londini frá, at tey vóru vorðin samd um tættari samstarv

Tíðindafundurin sæst í fullari longd her

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

Í gjár kl. 11:45

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46