Nú fáa kommunurnar kring landið heimild at leggja avgjald á hús, sum standa tóm.
Tað er greitt nú Rættarnevndin hevur viðgjørt eitt uppskot frá landsstýrinum um tað sama.
Umboðini hjá samgonguni í Rættarnevndini taka undir við endamálinum við uppskotinum.
– Talið á tómum húsum er rættiliga stórt, og tað er ein stórur trupulleiki at tað eru yvir 2.500 hús kring landið, sum standa tóm, siga tey.
– Eingin býr fast í hesum húsum, og sostatt er tað heldur eingin, ið rindar skatt til kommununa, staðfesta tey.
Men kortini fáa húsini tænastur frá kommununi, og kommunan hevur útreiðslur av at veita teimum ymsst tænastur.
Her verður hugsað um útreiðslur til brunatilbúgving og til ruskinnsavning, umframt útreiðslur til vatn og klokk - og útreiðslurnar av halda hesar skipanirnar.
– Er talan um ein lutfalsliga stóran part av bústaðum, har eingin hevur fastan bústað, kann tað gerast ein fíggjarlig byrða hjá kommununi, tí kommunan hevur eisini útreiðslur av fleiri húsum har eingin býr, ella rindar kommunuskatt, siga tey í samgonguni.
Tey vísa eisini á at kommunurnar hava leingi biðið um at fáa heimild til at krevja gjald fyri ávísar tænastur til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi.
Kommunurnar gera sjálvar av, um tær vilja brúka hesa heimild, og tær áseta eisini tænastugjaldið sjálvar.
Tænastugjaldið skal fevna um tær veruligu útreiðslurnar, sum kommunan og tað skal sostatt ikki verða ein inntøkukelda hjá kommununi.
Á hvørjum ári fer Fíggjarmálaráðið at áseta eitt hámark fyri, hvussu høgt tænastugjaldið kann vera. Hámarkið verður roknað út eftir teimum útreiðslum, kommunurnar hava til hesi endamál, og so verður miðal krónutalið roknað úr.
Hevði skipanin við tænastugjaldi verður galdandi í ár, hevði tað verið 673 krónur um mánaðin, ella 8.076 krónur fyri árið.
– Tænastugjaldið er við til at tryggja, at byrðan í sambandi við at fíggja kommunalu tænasturnar verður rættvísari býtt, siga tey í samgonguni og tí mæla tey Løgtinginum til at samtykkja tað.
Í andstøðuni halda tey tvørtur ímóti, at hetta kann forkoma tí gomlu, føroysky bygdarmentanini í Føroyum. Meiri um tað um eina løtu.