Ongi úrslit

Nú kanst tú kjatta við ein prest

Fólkakirkjan fór í gjár undir nýtt tilboð, har bjóðað verður sálarrøkt sum kjatt samrøða á netinum

Tíðindaskriv - Fólkakirkjan
21. februar 2024 kl. 11:00

Nýggja heimasíðan www.sálarrøkt.fo veitir møguleika fyri lættari atgongd til eina kjatt samrøðu við ein prest, navnleyst og í trúnaði.

Sálarrøkt merkir "at røkja sálina", og fólkakirkjan hevur altíð veitt møguleika fyri samrøðu við prest. Men tilboðið um at veita samrøðu sum kjatt á netinum er eitt nýbrot, og ein liður í at fáa føroysku fólkakirkjuna enn nærri borgarunum.

Tilboðið er ókeypis og kunnu øll, uttan mun til kyn, aldur og trúgv kjatta við ein prest. Til ber at tosa um júst tað, sum ein hevur tørv á, og presturin kann lurta, troysta og bera byrðar saman við tí einstaka menniskjanum.

Samrøðurnar fara fram í trúnaði, har báðir partar eru navnleysir. Tað ger samrøðurúmið fordómaleyst í tann mun at kyn, aldur og útsjónd ikki ávirka samrøðuna. Navnaloysið kann gera tað lættari at tosa um evnir, sum ein møguliga ikki hevur dirvi at tosa um annars.

Tað er Jógvan Fríðriksson, biskupur, sum hevur ynskt at fáa verksett tilboðið frá fólkakirkjuni um sálarrøkt sum kjattsamrøða á netinum.

Tilboðið finst á www.sálarrøkt.fo ella www.salarrokt.fo. Prestur er klárur at kjatta týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 19.00 til 22.00.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

Í gjár kl. 11:45

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46