Ongi úrslit

Nú ætlar Eirikur at samla demensøkið

Alzheimerfelagið hevur heitt á allar avvarðandi myndugleikar um, at taka stig til at samla demensøkið hjá einum myndugleika

Jonhard Hammer
13 tímar síðan

Í dag hava umboð fyri Alzheimerfelagið verið á fundi við Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismann í Almanna- og mentamálum.

Loksins sær út til at stig verður tikið til at samla demensøkið.

Í longri tíð hevur Alzheimerfelagið gjørt vart við avbjóðingarnar hjá yngri fólk við demenssjúku og teirra avvarðandi, ið standast av, at demensøkið er býtt upp í aldur og petta sundur millum fleiri geirar.

Alzheimerfelagið hevur heitt á allar avvarðandi myndugleikar um, at taka stig til at samla demensøkið hjá einum myndugleika, ið sannlíkt liggur best hjá kommununum, sum frammanundan varða av borgarum við demenssjúku, sum eru yvir 67 ár.

Á fundinum vísti landsstýrismaðurin á, at hann hevur tikið stig til at fara undir tilgongdina at samla alt demensøkið. Hann greiddi frá, at dialogur er millum Almanna- og mentamálaráðið og Kommunufelagið um, at samla demensøkið hjá kommununum. Lógaruppskotið fer væntandi til hoyringar nakað skjótt, soleiðis at tað kann leggjast fyri Løgtingið aftaná Ólavsøku.

Í Alzheimerfelagnum fegnast vit um gevandi fundin, og at týðandi stig nú verða tikin at samla demensøkið, til frama fyri føroyingar raktir av demenssjúku.

Á myndini: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, Naina Túgvustein, forkvinna, Unn Justinussen, næstforkvinna og Óløf Tungá, nevndarlimur í Alzheimerfelagnum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Føroyskur dansur og gott lag

12. juni kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00

Flogvøllurin er ikki ov lítil – ferðafólkini eru ov mong

11. juni kl. 20:49

Myndir: Countryfestivalurin dag 1

14. juni kl. 19:20