Christian Høgni Jacobsen hevur úttikið 20 spælarar til UEFA menningarkappingina, sum verður í Føroyum frá 27. februar til 4. Mars.
Estland, Bosnia Hersigovina og Ísland verða vitjandi londini, tá Fótbóltssamband Føroya seinni í mánaðinum verður vertur fyri einari UEFA menningarkapping fyri U17 landslið við dreingjum.
Dystirnir verða á Tórsvølli. Fyrsta umfar verður spælt fríggjadagin 27. februar, annað umfar verður sunnudagin 1. mars, og triðja umfar í menningarkappingini er á skránni mikudagin 4. mars.
Christian Høgni Jacobsen er venjari hjá føroyska liðnum, og hann hevur nú sett navn á teir 20 spælararnar, sum eru boðsendir.
Hópurin
Sámal Nolsøe, 07 Vestur
Tobias Mcleod í Hjøllum, B36
Carl Christian Codron, B36
Filip Bendix Laursen, B36
Sveinur Høgnason Vesturdal, B36
Marius Jónsson, EB/Streymur
Villiam Sørensen, EB/Streymur
Bogi Augustinussen, FC Suðuroy
Olivur Joensen, FC Suðuroy
Leon Samuelsen, HB
Andrew Poulsen, KÍ
Markus í Mittúni, KÍ
Emil Poulsen Linklett, KÍ
Elias Justinus Begerau, Skála ÍF
Boas á Reynatrøð, Víkingur
Rósing Sverrason Toyt, Víkingur
Fróði Juul Jarnskor, Víkingur
Pætur Sigurdsson Højgaard, Víkingur
Emil Ludvig Jacobsen, Víkingur
William Hansen, Hvidovre IF
Dystaskráin
27. feb. Estland – Føroyar
27. feb. Ísland – Bosnia Hersigovina
1. mars Estland – Ísland
1. mars Føroyar – Bosnia Hersigovina
4. mars Bosnia Hersigovina – Estland
4. mars Ísland – Føroyar