Ongi úrslit

Nógv størsti vøkstur er í Sandoynni

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Sum vit skrivaðu í áðni, er 7,1 prosent meiri goldið í lønum hesar seinastu 12 mánðirnar, frá í mars í fjør til í februar í ár enn tað vóru frá mars í 2024 til í februar í fjør.

Men tað er stórur munur á, hvussu stórur vøksturin hevur verið í teimum ymsu økjunum í landinum.

Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at upp á seg er nógv tann størsti vøksturin í Sandoynni, tí har vóru 15,9 prosent meiri goldið í lønum frá í mars í fjør til í februar í ár, enn í árinum frammanundan.

Sandoyingar fingu 21 milliónir í løn teir 12 mánaðirnar frá mars 2024 til í februar í fjør. Men frá mars í fjør til í februar í ár, fingu tey 26,6 milliónir í løn.

Minsti vøksturin var í Havnini, tí har var vøksturin 5,5 prosent, og í rrestini av landinum lá vøksturin so onkustaðni har ímillum.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46