Ongi úrslit

Nógv løgregla í Gøtu: Hava fingið mannin úr fjøllunum aftur

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Fyrrapartin í dag hendi eitt ferðsluóhapp í Norðragøtu, beint sunnan fyri tunnilsmunnan til Leirvíkstunnilin.

Men har hendi tað, at eftir óhappið, rýmdi bilførarin niðan í fjøllini.

Bæði nógv løgreglafólk, og sjúkrabilur vóru á staðnum - og løgreglan fekk skjótt samband við bilføraran.

Tey fingu eisini tyrlu og dronu at hjálpa til at eygleiða støðuna

Men maðurin vildi ikki samstarva við løgregluna, og tí mátti eisini nakað av mekling til, áðrenn tað eydnaðist at tosa mannin til sættis.

Løgreglan sigur, at tyrlan hevur nú flogið mannin oman aftur á slætt.

Løgreglan sigur, at nú skulu tey so royna at fáa greiði á, hvat tað var, sum fekk mannin at rýma í fjøllini, og tí vita tey heldur ikki, hvussu farið verður fram í málinum.

Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

3 tímar síðan