Ongi úrslit

Níggju nýggir smittutilburðir í gjár

Í løtuni eru 80 fólk smittað við koronu. Her eru nýggjastu tølini frá Landslæknanum

Sigurjón Einarsson
22. juli 2021 kl. 13:49

Í gjár vórðu níggju nýggir smittutilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Eitt fólk fekk staðfest smittuna við komu til Føroyar, og eitt fólk við endurkanning dagin eftir komu. Tvey eru staðfest smittað tveir dagar eftir komu og ein fjórða dagin eftir komu. Seinastu fýra fólkini eru smittað í Føroyum av kendum smittukeldum.

Í løtuni eru 80 persónar smittaðir við koronu, meðan 346 fólk sita í sóttarhaldi. Eitt fólk er innlagt til sjúkuviðgerð.

Hagtøl um koronu í Føroyum eru at finna her.

Kelda: corona.fo

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Gjald áðrenn etið verður

6. juli kl. 11:55

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

7. juli kl. 13:00

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45