Nevið í Runavík keypt seg inn í Prima Fisk fyri at fáa eitt bein á føroyska marknaðin

Øll framleiðslan av liðugvøru hjá Nevinum í Runavík verður flutt av landinum, men nú hevur virkið keypt seg inn í Prima Fisk og hevur tískil eisini eitt bein á heimamarknaðinum

Ingolf S. Olsen
24. juli 2021 kl. 16:15

Fiskavirkið Nevið í Runavík framleiðir hágóðskaðar fiskavørur, og vanliga myndin hevur verið, at fiskavørurnar umvegis spesialiseraðar heilsølur hava verið seldar beinleiðs til kræsnu matstovurnar á evropeiska meginlandinum.

Men tíðliga í fjør, beint sum korona tók seg upp, keypti Nevið í Runavík helvtina í virkinum Prima Fisk í Leirvík frá Jan Erlingsson Petersen, sum enn eigur hina helvtina og er stjóri í fyritøkuni.

Á henda hátt hevur Nevið tískil eisini eitt bein á heimamarknaðinum.

Samtakið umfatar Nevið í Runavík, framleiðsluvirkið Unifar í Íslandi, sølufelagið Nevið Aps í Danmark, og helvtina av virkinum Prima Fisk í Leirvík.

Prima Fisk framleiðir tær kendu fiskapylsurnar, fiskaburgararnar, leirvíksknettini, frikadellur, minifrikadellur, raspað fløk og mangt annað. 

Nevið hevði frammanundan havt tætt samstarv við Prima Fisk í nøkur ár.

- Vit hava als ikki fingist við heimamarknaðin fyrr, og Prima Fisk selur hinvegin bara til heimamarknaðin í løtuni. Men virksemið hjá teimum riggar væl saman við okkara virksemi, serliga tí tey kunnu brúka okkara hjáframleiðslu sum rávøru í teirra framleiðslu. Vit hava fyrr útflutt okkara hjáframleiðslu til Danmarkar, Svøríkis og Hollands, har hon hevur verið brúkt til til dømis frikadellur. Men tað er ein bílig rávøra, sum illa tolir tann nógv økta flutningskostnaðin. 

- Upp á henda mátan fáa vit nú sum mest burtur úr hesum hjávørunum, so tað er so øgiliga nógv betri fyri okkum. Og samstundis vilja vit eisini fegin hjálpa einum føroyskum virki at gera góðar fiskavørur til føroyingar, greiðir Eydnar á Roykheyggi, stjóri á Nevinum, frá.

Fýra fólk arbeiða á Prima Fisk.