Myndafrásøgn: Seinasta vaktin á Prentmiðstøðini

Í gjár vórðu seinastu bløðini prentað á Prentmiðstøðini, og harvið endar eitt kapittul í føroyskari prentsøgu. Prentmiðstøðin var einasta rotatiónsprentsmiðja í Føroyum. Jens Kr. Vang vitjaði Prentsmiðjuna, tá seinasta Dimmalætting varð prentað í Føroyum, og tók nakrar myndir frá seinastu vaktini

Sigurjón Einarsson
23. juli 2021 kl. 09:09

Prentmiðstøðin var einasta rotatiónsprentsmiðja í Føroyum. Ein rotatiónspressa gevur stórar fyrimunir, tí hon prentar, falsar og pakkar í somu arbeiðsgongd. Ein eyðsýndur fyrimunur fyri tíðinda- og tilboðsavísir, sum kunnu koma á gøtuna sama dag, tey eru prentað.

Prentmiðstøðin var ein samanlegging av avísprentsmiðjunum hjá Dimmalætting og Sosialinum.

Samanleggingin skuldi rationaliserað raksturin av føroyskum blaðprenti og skuldi geva munandi betri umstøður at útbyggja, men fyri einum mánað síðani, kunngjørdi leiðslan í Prentsmiðjuni, at avgerð varð tikin at steðga einastu rotatiónspressuni í landinum, og tað hendur nú undan ólavsøku.

Sambært eigarunum er orsøkin tann einfalda, at bløðini nú hava so fáar útgávur, at tað ikki loysir seg hjá teimum at reka fyritøkuna, sum hevur havt hall upp á umleið eina hálva millión krónur um árið seinastu tvey árini – og við færri útgávum frá bløðunum eru ikki útlit til, at tann gongdin fer at batna.

Hetta er tí seinasta útgáva av Dimmalætting, sum verður prentað í Føroyum, tí tá hesar útgávurnar av Dimmalætting, Sosialinum og Norðlýsinum eru prentaðar nú fyri ólavsøku, snarar Prentmiðstøðin lykilin um og gevst heilt við at prenta.

Í oddagreinini hesa ferð, skrivar Sveinur Tróndarson millum annað hetta, at Prentmiðstøðin nú gevst við sínum virksemi.

– Fyri okkum er tað hugstoytt, at tað endar sum tað ger. Tá Dimmalætting byrjaði aftur í 2014 var eitt av størstu ynskjunum hjá Poul Hansen, eigara, at prenta blaðið í Føroyum, og soleiðis byrjaðu vit eisini aftur. Men eru umstøðurnar sum tær eftir øllum at døma eru, ja, so fáa vit ikki gjørt so nógv annað enn at laga okkum til veruleikan sum hann er.

Her er ein lítil myndarøð frá seinastu vaktini í Prentmiðstøðini. Jens Kr. Vang hevur tikið myndirnar: