Ongi úrslit

Motzfeldt fer úr Siumut

© Oscar Scott Carl
Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Fyrrverandi uttanríkisráðharrin í Grønlandi, Vivian Motzfeldt, sigur við miðilin Sermitsiaq, at flokkur hennara Siumut, hevur sett seg uttan fyri politiska ávirkan, við at taka seg úr grønlendsku stjórnini.

Hetta er millum orsøkirnar til, at hon nú er farin úr flokkinum.

- Flokkurin útilokar seg sjálvan, og tað kann eg ikki vera partur av. Eg arbeiði í politikki fyri at arbeiða fyri ávirkan, og fyri at geva av mær til samfelagið. Eg síggi onga meining í at halda fram við tí linjuni, sigur hon við miðilin.

Hon greiðir eisini sama miðli frá, at Siumut hevur avgjørt, at hennara leiklutur í flokkinum er óneyðugur.

Hon vísir samstundis á, at Siumut ikki longur sær tað neyðugt at hava formanssessin í grønlendska landstinginum, Inatsisartut.

- Hetta er hent uttan at taka avvarðandi fólk við í hesi málini, og uttan at hoyra okkum sum arbeiða við tí, sigur hon at enda.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46