Norska krúnprinsessan, Mette-Marit, hevur víst sín stuðul til ofrini í skrivligari fráboðan til sendingina Debatten á norsku sjónvarpsstøðini NRK. Hon meinar har við ofrini í Epstein-málinum.
- Eg eri djúpt ørkymlað av søgunum um mongu ofrini hjá Epstein, og tey hava mín fulla stuðul. Tað er umráðandi, at teirra røddir verða hoyrdar. Bæði sum kvinna og mamma stuðli eg teimum, stendur í fráboðanini.
Í sendingini hjá NRK finst Marina Lacerda, sum sigur at Jeffrey Epstein hevur kynsliga missnýtt hana, at norsku krúnprinsessuni.
Mette Marit er nevnd yvir 1000 ferðir í Epstein-skjølunum, og hevur havt tætt skrivligt samband við hann í fleiri ár, umframt at tey hava hitt hvønn annan fleiri ferðir.