Ongi úrslit

Methøgt stigatal: Við Tjarnir fingið altjóða góðkenning

Við Tjarnir hevur júst fingið GSF-góðkenning. GSF stendur fyri ‘Green Sport Facility’, og henda góðkenning merkir, at høllin livir upp til tey krøv, ið verða sett til burðardyggan rakstur av slíkum bygningum.

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
21 tímar síðan

 

- Vit søktu um hetta fyri hálvum ári síðan. Tað er ein røð av treytum, ið skulu lúkast, fyri at fáa hesa góðkenning. Vit lótu umsóknina inn, og tey komu síðan at góðskuskoða høllina, sigur Regin W. Dalsgaard, stjóri.

Og har var alt í lagi í Hoyvíkshaganum. Meira enn so. Við Tjarnir fekk 82%, sum, sambært GSF-felagsskapinum, er hægsta stigatalið, ið nakrantíð er givið. Gáttin at fáa góðkenning er 30%.

GSF-góðkenningin prógvar, at høllin er bygd eftir burðardyggum leisti við nøktandi hentleikum og umstøðum. Men framskygni spælir eisini inn: Hallarviðurskiftini verða støðugt kannað við regluligum eftirlitsvitjanum, frágreiðingum um el- og vatnnýtslu og CO2-útrokningum.

- Vit fegnast um góðkenningina, men vit eru eisini errin um methøga stigatalið. Hetta er fyrst og fremst eitt herðaklapp til byggifrøðingar, verkfrøðingar og øll, sum hava verið við til at byggja høllina. Men spyrt tú meg, so er hetta eisini ein heiður fyri allar Føroyar, leggur stjórin afturat.

Mest lisið hesa vikuna

Føroyskur dansur og gott lag

12. juni kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00

Flogvøllurin er ikki ov lítil – ferðafólkini eru ov mong

11. juni kl. 20:49

Myndir: Countryfestivalurin dag 1

14. juni kl. 19:20