Ongi úrslit

Manchester City úti, Arsenal víðari.

Sammandráttur av Champions League í kvøld

Vilhelm Clementsen
4 tímar síðan

Manchester City hevði eina stóra uppgávu í kvøld tá ið, Real Madrid kom at vitja í Manchester.

Manchester City høvdu tapt undanfarna dystin 3-0 í Madrid, hesufer skuldi heldur ikki lukkast teimum at vinna á Madrid.

Uppgávan bleiv heldur ikki lættari tá Manchester City spælarin Bernardo Silva fekk eitt reytt kort tíðiliga í fyrra hálvleiki. Dysturin endaði 2-1 til Real Madrid og samanlagt vann Real Madrid 1-5. Real Madrid fer nokk at spæla ímóti Bayern Munchen teir eru framanfyri samanlagt 6-1 á Atalanta umframt at teir hava heimavøll tann dystin. Dysturin hjá Bayern verður spældur í morgin.

Tveir dystir vóru eisini í London í dag og tað var Arsenal ímóti Bayern Leverkusen og Chelsea ímóti PSG. Arsenal vóru undan hesum dystinum spáddir til at vinna hendan dystin og greiddi sína skyldu og vann dystin 2-0 og samanlagt 3-1. Teir møta so Sporting í kvartfinaluni.

Verri var hjá Chelsea sum tók ímóti PSG, PSG løgdu seg á odda 2-0 árin 20 minutir vóru farnir av fyrra hálvleiki og vann dystin 3-0, og samanlagt 8-2. PSG skal spæla ímótir tí sum vinnur í Liverpool, har Liverpool og Galatasaray spæla, tann dysturin verður eisini spældur í morgin.

Sporting spældi eisini ímóti Bodø/Glimt lesast kann um tað her: So gekk ikki meira hjá Bodø/Glimt - Dimma.fo

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46

Kvf vitjaði Tórbjørn

Í gjár kl. 18:52