Ongi úrslit

Málið er grundarlagið undir føroyskari mentan

Sonja Petersen, valevni fyri Sambandsflokkin
5 tímar síðan

Føroyska málið er viðbrekið, og vit mugu seta pening av til filmar o.a. sum styrkir tað føroyska tilfarið.

Børnini tíma væl at hyggja eftir Labbaliðnum, Klintrimús og Palla Halaleysi, eitt stórt avrik vit hava gjørt har, og vit eiga ikki at steðga við hesum.

Vit eiga at gera størri íløgur í føroyskt tilfar, filmar, teknifilmar, spøl o.a. Vit skulu vera stolt av okkara máli!

Vit eru ikki nógv, sum tosa føroyskt í heiminum, og tí mugu vit varða um málið.

Vit hava tosað um ein tjóðpall í nógv ár, og eru ongantíð blivin samd um staðsetingina.

Her skylda vit okkara listafólkum at fáa eina semju í lag og fáa bygt ein tjóðpall. Vit hava eina mentan, sum vit eiga at dyrka og halda fast í. Annars er vandin, at hon dettur burtur við tíðini.

Listafólkini gera eitt stórt avrik fyri okkara samfelag og varpa ljós á okkara land við sínum arbeiði, og tí haldi eg at vit eiga at hava umstøður til tey at trívast í.

X við Sonju

X við Sambandsflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46

Kvf vitjaði Tórbjørn

Í gjár kl. 18:52