Venesuelska stjørnin kravdi prógv fyri at Maduro og kona hansara eru á lívi. Tey eru nú sædd landa og fara úr eunum flogfari í New York.
Amerikanski løgmálaráðharrin, Pam Bondi, sigur, at forsetaparið í Venesuela skulu standa fyri rættinum í New York. Tey eru skuldsett fyri narkoterrorismu, handil við kokaini og fyri at hava ólóglig vápn.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, deildi fyrr leygardagin eina mynd av Nicolas Maduro umborð á USS Iwo Jima, við bind fyri eyguni.
Suðuramerikanski forsetin og kona hansara vóru heima hjá sær sjálvum inni í hernaðarstøðini Fuerte Tiuna, tá tey vórðu tikin av amerikanskum herdeildum.