Løgreglan í Essex í Onglandi, kannar nýliga útgivin skjøl í Epstein-málinum sum benda á, at kvinnur vóru handlaðar til Onglands.
Tað sigur løgreglan í eini fráboðan, sambært fleiri miðlum, eitt nú BBC.
- Vit meta um upplýsingarnar, sum eru komnar fram um privatar flúgvingar inn og út av Stansted flogvøllinum, eftir at amerikanska løgmálaráðið hevur almannakunngjørt Epstein-skjøl, stendur í fráboðanini.
Í síðstu viku heitti fyrrverandi forsætisráðharrin Gordon Brown eisini á løgregluna um at lata málið uppaftur, og kanna um offur hjá Jeffrey Epstein vóru seld til og úr Bretlandi.