Í ávísum førum kann ein bóndi verða tikin av ræði. Tað sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í vinnumálum.
Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur biðið hann greiða frá um siðvenjan fyri, nær Búnaðarstovan tekur ræði av einum festara, er broytt, og um tað er í samsvari við rættindini hjá festarum.
Hann sigur, at hann hevur frætt um dømi um hetta.
Landsstýrismaðurin sigur, at festarin umsitur jørðina vegna landið - og hann hevur eisini ræðisrættin á tí.
Men Búnaðarstovan, sum umboðar landið, ið eigur landsjørðina, kann, í serligum førum, seta festaran til viks, tí tað heimildina hevur Løgtingið fingið sær í hagalógini.
Sostatt kann landið, í serligum førum, seta rættindini hjá festaranum til viks. Tað kann gerast tá ið avgerðir skulu takast sum tæna landinum best, heldur enn festaranum.
– Búnaðarstovan umsitur hesa heimild at seta festaran til viks við varsemi og í samsvari við fyrisitingarlógina og góðan fyrisitingarsið annars, sigur landsstýrismaðurin.
Somuleiðis kunnu kommunur ognartaka lendið til frítíðarendamál, til grundstykki til húsabygging, til vinnulig endamál, og til onnur til almannagagnlig endamál.
Men tann parturin av lógini verður umsitin av mentamálaráðnum og ikki Vinnumálaráðnum.