Ongi úrslit

Kunna vit stóla uppá politikarar við plan B?

Matilda Sivertsen Gabriel, valevni fyri Miðflokkin
6 tímar síðan

Eg velji hervið at tosa um stóra fílin í Løgtinginum, sum eingin setur orð á, men eg gangi út frá, at flestu okkara síggja hann, men allarhelst ikki tora at nevna hann.

Vit liva í okkara fagra landi, allar flestu okkara hava tað gott, og vit kunna kalla okkum eitt vælferðarsamfelag.

Tó eru tað fleiri flokkar og fleiri valevni, sum siga seg vera fyri fosturtøku. At ALLIR føroyskir komandi eftirkomarar frítt skulu kunna avlívast áðrenn viku 12, og hava tey minstu tekin til at bera brek, sjúku ella menningartarn, ja so kunnu tey, eftir umsókn, avlívast heilt upp til viku 40. Tað noyðist ikki eingongd at vera nakað prógv – bert ein illgruni er nokk fyri at týna hesi stakkals menniskju. Við øðrum orðum eru hesi menniskju virðisleys fyri hesum politikarum.

Framsókn rópar stolt út, at her er bert pláss fyri fólki, sum standa inn fyri at týna fostur til deyðis.

Javnaðarflokkurin hevur sum slogan til komandi val: Øll skulu við! Also, meginparturin av teimum ganga inn fyri nýggju fosturtøkulógini… hvør eru “øll”? Øll uttan tey óføddu? Øll uttan føroysku eftirkomarar – framtíðin hjá Føroyum?

So siga tey eisini, at tey ynskja at skapa betri umstøður hjá teimum, ið bera brek, sjúku ella menningartarn. Ber tað til at hava hesi menniskju sum bera brek, sjúku ella menningartarn í sínum politiska hjartamáli, tá ið tey frá fyrstuni ikki ynsktu tey her í samfelagnum? Tá ið plan A ikki bleiv fullførdur, so skulu tey blíva plan B?

Systir mín.

Eg eri sjálv uppvaksin við eldru systur, ið er fjølbrekað. Hon er eitt vælsignilsi fyri familjuna, høgt elskað og hevur altíð kunna hvílt í tilveruni, at hon er virðismett í hennara nærumhvørvi. Onnur hugsa sikkurt tankan, at hon kostar ov nógv fyri landið, og at hon ongantíð skuldi fingið rættindi til lívið. Tað er ótrúliga ræðandi og særandi.

Eg, sum avvarðandi til eina, sum krevur hjálp til “alt”, hevði aldrin klárað at stóla uppá ein persón, ið skuldi tikið avgerð fyri hennara vælferðarættindi — ein sum frá fyrstani tíð faktiskt ikki ynskti, at hon bleiv fødd. Sum sá hana sum “disposable”.

Eg loyvi mær at ivast í, hvussu nakar, sum er fyri nýggju fosturtøkulógini, kann hava hjarta við í politikkin. Ber tað til, tá ið tey ikki síggja virði í hvørjum einstøkum menniskja?

Down Syndrom.

Komandi leygardag skulu vit varpa ljós á altjóða Down Syndrom dagin. Á hvørjum ári síggja vit fólk og politikara feira hendan dagin. Líkasum á altjóða autismudegnum, so lita fleiri sær neglirnar bláar osv. Men fyri meg er hetta dupultmoralur so tað baskar hjá fólkum, sum ynskja at líkjast okkara grannalondum, har børn við t.d. Down Syndrom eru nærum útruddað!

Í Íslandi reypa tey stolt av, at nærum 100% av børnum við Down Syndrom lata lív vegna fosturtøku. Í Norra upp til 99%. Í Danmark umleið 95%. Um fá ár fara vit allarhelst ikki at síggja nakran við Down Syndrom longur. Verður nakar altjóða Down Syndrom dagur um 20–30 ár?

Halda vit veruliga, at Føroyar blívur til eitt betri ella ríkari land við at útsletta hesi deiligu menniskju, sum bera brek, sjúku ella menningartarn? Menniskju, sum í teirra eygum ikki eru nóg góð til lívið? At eingin vernd skal vera fyri teimum? Altso, hetta er ræðandi!

Enn meira ræðandi er, at politikarar við hesari hugsjón skulu leiða okkara vælferðarsamfelag. Skulu leiða okkara børn við serligum tørvi, breki og øðrum eftir teirra plan B.

Plan B er ikki gott nokk, tá ið tað snýr seg um menniskjarættindi og vælferð í Føroyum. Vit eiga at vera betri enn so!

Stóra valið.

Góðu føroyingar, góðu veljarar. Ófødda barnið hevur ongantíð havt tørv á tær meira enn nú. Komandi løgtingsval er altavgerandi fyri okkara eftirkomarar og fyri, hvat vælferðarsamfelag vit vilja búgva í. Ynskir tú eitt Løgting við plan B ella kanska plan C at skapa karmarnar fyri tínar eftirkomarar? Ynskir tú eitt Løgting, sum einans rúmar teimum, sum eru virðismikil nokk, um tey eru “perfekt”?

Við Miðflokkinum veitst tú 100% hvar tú hevur okkum! Menniskjarætturin til lívið er altíð nummar eitt — tí øll onnur rættindi menniskjans kunnu gera tað sama, um vit ikki eiga lívið.

Matilda Sivertsen Gabriel

– Miðflokkurin

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46

Kvf vitjaði Tórbjørn

Í gjár kl. 18:52