Ongi úrslit

Kuba næsta mál?

© Ritzau/Scanpix
Marco Rubio
Jóhanna Højgaard
20 tímar síðan

Meðan heimurin bíðar eftir greiðum amerikanskum ætlanum í Venesuela, halda hóttanirnar móti Kuba fram.

Í samrøðu við NBC News sunnudagin var amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, spurdur, um næsta málið hjá USA var Kuba.

Til hetta svaraði hann, at kubanska stjórnin var ein stórur trupulleiki.

Spurdur, um svarið merkti ja, svaraði hann:

- Eg haldi, at tey eru í stórum trupulleikum, ja. Eg vil ikki tosa við tykkum um, hvørjar okkara framtíðar tiltøk fara at vera, og hvør okkara politikkur fer at vera beint nú í tí sambandi.

Men tað er ikki nøkur stór gáta, at vit ikki eru stórir fjepparar av kubanska stýrinum.

Donald Trump, forseti, vísti á tíðindafundi leygardagin á, at Kuba kundi blíva eitt fokusøki.

- Eg haldi, at Kuba fer at vera nakað, sum vit fara at tosa um, tí Kuba er ein miseydnað tjóð beint nú, segði Trump tá.

Kommunistiska Kuba er millum nærmastu sambandslondini hjá Venezuela.

Sambært Trump doyðu fleiri kubanarar, tá USA leygardagin leyp á fleiri støð í Venesuela í einum stórum hernaðarligum átaki.

Marco Rubio, sum er sonur kubanskar tilflytarar og ofta hevur kritiserað politikkin hjá landinum, kom á tíðindafundin við eini ávaring til kubansku stjórnina.

- Um eg búði í Havana og var í stjórnini, hevði eg í øllum førum verið eitt sindur stúrin, segði hann.

Mest lisið hesa vikuna

Ein muslimskur depil er ein miðil til innflyting av islam

31. desember 2025 kl. 14:02

Nú bleiv brádliga púra lógligt at skjóta fýrverk í kvøld

30. desember 2025 kl. 15:38

Skumpaður umkoll av kongaligum lívverja

1. januar kl. 20:51

Summa staðni í landinum er best at framskunda nýggjárshaldið til í kvøld

30. desember 2025 kl. 10:08

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Árið, ið fór - í Gasa og Ísrael (fyrri partur)

1. januar kl. 10:06