Tónleikaframførslurnar á stóra pallinum á Countryfestivalinum í Sørvági endaðu við eini konsert við Kristinu Bærentsen. ”Oh hvilken en!”
Gott, at Kristina kom til síðst. Tí hon – sum hon sjálv vildi sagt – ’lammaði’ fast við sjeytummaseymi, at tað er ongin omanfyri og ongin víð síðurnar av Kristinu, tá hon er upp á sítt allarbesta. Og tað var hon í gjárkvøldið.
Við einum framúrskarandi bólki aftan fyri seg gav hon tað størsta – og so nogv tað størsta tónleikaliga upplivilsið á festivalinum.
Talan var í flestu førum um eldri kent tilfar og nýggjari, ið er givið út sum stakløg. Men eisini okkurt so nýtt, at tað ikki er leyslatið enn. Millum annað eitt gospellag, hon sjáv hevur gjørt, har andalig frelsa verður samanborin við frelsu frá whiskey. Sera, sera gott.
Tónleikaliga vóru vit forkelað við einum orkestri, sum megnaði, so ótrúligt tað enn ljóðar, at ”yvirspæla” orkestrið frá kvøldinum fyri. Janus Kampmann og Jósva Debes vóru eisini við hesaferð, men nú við Finni Hansen sum kapellmeistara handan tangentarnar, og mannin í úlpuni, Eyðun Johannessen á bassi, eitt talent næstan líka so stórt sum Jósva handan trummurnar.
Hartil dugnaligu Ólavur Olsen og Johan Hentze á messinghornum, sum góvu framførsluni sín serliga dám, ið negldi framførsluna hjá Kristinu til nógv tað størsta musikalska upplivilsið av øllum.
Nita Højgaard og Finnur Hansen, stuðlað av Janusi Kampmann tóku sær av at syngja afturvið, eitt væl syngjandi kór.
Fantastiskt við eini so ungari kvinnu, sum kann geva eina so orkumikla konsert, einans við tilfari, sum hon sjálv hevur givið út. Einasta tøkulag á konsertini var endin, gospellagið ”Put Your Hand in the Hand”, sum hon nærum hevur gjørt til sín egna.
Les eisini: Countryfestivalurin í Sørvági hevur prógvað sítt virði
Johan Hentze
Fleiri myndir frá festivalinum