Sørvágs Country og Bluesfestivalur hevur við festivalinum í ár prógvað sítt virðið og sín tilverurætt millum mentanarvarðarnar í føroysku summarskránni.
Útgávan í ár var kanska tann best eydnaða av øllum countryfestivalum higartil. Og hetta hóast nógv var við skránni, sum ein kundi fýlst á. Hví er ongin bluestónleikur á eini festivali, sum hevur blues í navni sínum? Hví byrjaði tónleikurin ikki fyrr enn klokkan 20 leygarkvøldið? Hví bert tvær konsertir á størsta pallinum? Hví var ikki størri fjølbroytni í tónleikavalinum?
Hóast hetta, so var tað so nógv annað, sum riggaði. Ikki minst veðrið, sum var perfekt til festival. Og tað skapti lív og nærveru á økinum millum Dungasand og Stakka.
Válandi heim – tað eiga øll at uppliva
Hæddarpunktið á øllum festivalinum var – enn einaferð – tá ein vaggandi mannfjøld í cowboyhatti, summi kanska við tárum á kinn, sungu við, tá Magnus á Stongum og Tinganes trivu í ”Válandi heim eftir niðara vegi”. Ein og hvør føroyingur eigur at unna sær, minst einaferð í lívinum, at uppliva veitsluhýrdar sørvingar syngja henda sangin. Og tað skal helst vera á Stakka.
Tónleikaskráin leygarkvøldið var annars tunn. Einans tvey nøvn á stóra pallinum, og fýra á lítla – nei, try og eitt hálvt, tí í fjórða førinum var tað ein sangari (Eyðun Jacobsen), sum sang saman við orksetrinum, sum júst frammanundan hevði upptraðkað (Blátt Gras).
Hetta virkaði heldur kiksað, tí eftir at Blátt Gras hevði havt eina sera lívliga framførslu hóast talan er um andaligan tónleik, so fall tempoið og stemningurin so mikið, tá Eyðun gav eina gospelkonsert afturat, av fólk hvurvu.
Tey hvurvu oman móti stóra pallinum, har stóra navnið, amerikanska Carlene Carter og hennara menn, byrjaðu klokkan 22.
The Carter girl í essinum
Hetta gjørdist eitt stórt upplivilsi. Óivað tann besta ”altjóða” konsertin higartil í søgu countryfestivalsins. Carlene var í essinum og gav eitt gott bland av hennara góðu gomlu dansivinarligu honkytonk popp countrysangum, íklæddum eitt sindur av rock and roll, sum var sera væl móttikið.
Og so nakrar frá hennara nýggjaru meira róligu útgávum, har hon leitar aftur til sínar røtur í Carter-ættini.
”Dreymur mín var altíð at gerast ein Carter-girl”, segði hon, og hon prógvaði, at hon er eitt virðiligt umboð at bera tónleikaliga Carter-arvin víðari.
Absolutta tónleikaligu hæddarpunktini vóru miðskeiðis í konsertini, tá hon sang nakrar duettir við sínum dugnaligu mannligu tónleikarunum. Fyrst ein tann besta frá teimum gomlu døgunum, ”Baby ride easy” saman við sera hegniga guittarleikaranum, so ein av teimum nýggju, ið hon skrivaði til síðstu fløguna hjá John Mellemcamp, ”Indigo Sunset” saman við tangentleikaranum og so ta mest karismatisku duettina vit minnast frá June og Johnny, ”Jackson” saman við bassspælaranum.
Mamman og fosturpápin, vórðu eisini heiðrað við sanginum ”Ring of Fire”, sum nógv kanska halda er ein Cash-sangur, men tað er tað ikki. June Carter skrivaði sangin til Johnny nógv ár áðrenn tað brast saman teirra millum.
Lovprísan og ein merkiligur endi
Mamman var enn meira heiðrað, tá Carlene eina stilla løtu á konsertini settist við klaverið, og sang ein sang, sum hon skrivaði til mammuna, júst sum saknurin eftir henni var allar størstur eftir deyða hennara. Inniligt og vakurt.
Eitt hæddarpunkt var sjálvandi eisini, tá Carlene sang sítt egna prógv fyri, at hon er ein Carter girl. Tað var sangurin ”Me and the Wildwood Rose”, sum hon skrivaði meðan hon enn var ein pop-teys, men skrivar um uppruna sín sum partur av eini ikoniskari ferðandi tónleikafamilju.
”Wildwood Rose” leiddi beint yvir í ein tradionellan gospelsang, sum Carter familjan plagdi at hava við á skrá, ”Will the circle be unbroken”, og allur Dungasandur sang við, og festivalurin gjørdist aftur eitt lovprísanarmøti eina løtu, og tað riggaði sera, sera væl.
Eitt sindur løgin tyktist endin á konsertini, tá Carlene Carter, best sum vit trúðu, at alt var yvirstaðið, settist við klaverið og sang ein friðarligan sang um takksemi fyri at hon var sloppin úr persónligum trupulleikum. Tað var henda bjargingin, sum gjørdi, at hon kundi uppliva løtur sum hesa á Dungasandi, segði hon. Inniligt, men riggaði ikki heilt, tí tað vóru bert tey fremstu røðini, sum løgdu í hetta og stóðu við andakt og lurtaðu, meðan restin av hópinum fór at gáka, vælsaktans í fatan av, at konsertin var liðug.
Men Carlene lovaði avgjørd, at hetta hevði verið eitt so stórt upplivilsi, at hon vildi koma til Føroyar aftur, og tað gleða vit okkum til, tí hon vísti seg at vera ein 62 ára gamal sangari í sera góðum formi, við nógvum upp á hjarta og einum ríkum arvi at bera víðari.
Les eisini: Evi hevur funnið sín 'soulmate' á palli
Fleiri myndir frá leygarkvøldinum