Tammy Wynette hevði George, Loretta Lynn hevði Conway, June Carter hevði Johnny, Dolly Parton hevði Porter og seinni Kenny og Kristina Bærendsen hevur Hall.
Nú hevur Evi Tausen eisini funnið sín soulmate at syngja saman við. Hann eitur Stig, er danskari, og eitur Rossen til eftirnavn.
Rossen er kendur fyri sína sangrødd, og tað prógvaði hann enn einaferð, tá hann á Dungasandi í gjárkvøldið upptraðkaði til sína fyrstu countrykonsert nakrantíð.
Og man má siga, at tað kom hann væl frá. Ein fær næstan hug til at takka Evi úr Porkeri fyri, at honn fekk lokkað Stig til hetta projektið við at syngja nakrar countryduettir saman við henni.
At Rossen er ein góður sangari, hevur hann fyrr prógvar, ikki minst á altjóða musicalpallum, serliga í London, har stóri og krevjandi leikluturin sum Jean Valjean í Les Misérables var hansara størsta avrik.
Men hann hevur eisini eina rættiliga góða countryrødd, sum als ikki er ”spilt” av hansara túsundtals pallframførslum í altjóða leikhúsum. Stig vísti seg at vera ein rættur countrysangari, og nógv tann besta røddin á Dungasandi í gjárkvøldið. Kanska bara Hans Jacob úr Vági nærkaðist sama støði.
Tær fýra duettirnar, sum Evi og Stig sungu saman stóðu seg væl. Vit hava hoyrt tær í loftmiðlunum seinastu mánaðirnar, og eru komin at kenna ’Our Sweet Love’, ’I Wanna Make it Last’ og yndisliga ’Still Time’ hjá Jákupi Zachariassen, sum Evi fyrr hevur sungið á føroyskum saman við Petur Háberg Jacobsen. Orðini hjá Martini Joensen hava nú fingið nýtt lív á enskum, sum Lena Anderssen hevur umsett.
Sangurin lyftist
Tann seinasta er ein frálík eftirgerð av hittinum hjá Don Williams, sála, ”Lay Down Beside me”, sum tilkomnu føroyingarnir eisini minnast frá Nikodemusarsangbólkinum, sum einaferð í sjeyti- ella áttatiárunum føroyskaðu og gospel-gjørdu íslendsku versjónina hjá Björgvin Halldórsson, ”Loksins eg fann teg”.
Røddirnar hjá Evi og Stig hóska saman, tú fært eina týðulig kenslu av, at Stig við sínum trygga sangi lyftir sangin hjá Evi eisini.
Ikki tí, vinsæla og fryntliga Evi kom væl frá sínum framførslum við kendum løgum og løgum frá hennara egnu útgávum. Kanska eitt sindur smoykin av at hava ein so tignarligan harra við sína lið. Tað nýtist hon ikki – Evi hevur einki at smæðast yvir.
Tá Stig fekk pallin fyri seg sjálvan, spældi hann eina perlurøð av countryhittum, sum honum dámar sjálvur, segði hann, frá Merle Haggard yvir Randy Travis til Tim McGraw.
Vár Isaksen
Ungt stjørnuskot
Óvæntaða yvirraskilsið á konsertini var, tá Stig og Evi lótu stóra pallin yvir til eina ókenda sangarinnu, 14 ára gomlu Vár Isaksen, sum við yndisligari rødd sang hittið hjá Lindu Ronstadt, ’Blue Bayou’. Áhoyrararnir mundu dottið afturá – hendan gentan verður stóra stjørnan á Dungasandi um nøkur ár, um hon heldur fram við hesum.
Stjørnurnar á Dungasandi vóru eisini orkestrið, sum eisini spældi aftur við Sofus Hansen seinni á kvøldinum.
Ólavur Øster og Janus Kampmann á guittara, Kristoffur Mørkøre á bassi, Kim Hansen á tengentum og sangi, Laila Carlsen, sangur (Jessica Hallursdóttir sang eisini nakrar saman við Evi) og so tann kanska størsta stjørnan av øllum, aftasti maður, ungi Josva Debes handan trummurnar. Makan til taktfasta rútmumaskinu skal leitast leingi eftir.
Konsertin við Evi var høvuðshendingin á fyrsta kvøldinum á countryfestivalinum í Sørvági, og tann einasta við eitt sindur av altjóða dámi eisini.
Gott gamalt
Restin var gott gamalt. Halleluja Sofus rundaði av, Magni Christiansen og hansara dugnaligu menn fingu høvið at byrja á stóra palli við einum orkumiklum showi, og á hugnaliga ’Lítla Palli’ á Stakka var dansitónleikur á skránni, hóast Stakkin als ikki er egnaður til dans, har er brekka, klødd við skervi.
Men føroysku dansiorkestrini Concept, Hans Jakob & Vinmenn og Fourmehn, vístu sínar dygdir, øll orkestrini við góðum countrytónleiki, sum helst meira er til at dansa enn lurta eftir.
Í kvøld heldur countryfestivalurin fram við eini nakað meira spennandi skrá enn fyrsta dagin. Umframt altyvirskuggandi høvuðsnavnið, amerikansku Carlene Carter og hennara orkestur, verður høvi at hoyra Kristinu Bærendsen, sum tað ikki hevur verið nógv at hoyrt til herheima í seinastuni. Á skránni vera eisini Blátt Gras, Eyðun Jacobsen, Tinganest og Spaðar5.
Les eisini: Ein countrysangari við nærum kongaligari tign