Ongi úrslit

Koyrdu trý fólk til húsar - og góvu tveimum fólkum bót

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Løgreglan sigur, at tað hevur verið rættiliga friðarligt í nátt. Men tað hevur verið kalt og tí ansaðu tey eisini eftir fólk, sum lógu avdottin úti á berajólum.

Løgreglan sigur, at tríggjar ferðir koyrdu tey fólk til húsar, tí tey lógu avdottin í kuldanaum uttandura.

Tvey onnur fólk fingu bót frá løgregluni. Annað var eitt fólk, sum leikaði í einastaðni í miðbýnum og knústi eina fløsku niður í vegin.

Tað kostaði honum ein eina bót upp á 1.500 krónur fyri at bróta skilhaldsreglurnar.

Ein annar maður varð settur í brummuna í nátt, tí tá ið løgreglan gjørdi tos á hann, vildi hann ikki siga, hvør hann var.

Tí varð hann tikin við á støðina, men heldur ikki har vildi hann siga, hvør hann var.

Eyðvitað fann løgreglan út av tí, og tað nummarið kostaði honum so eina bót upp á einar 1.000 krónur.

Í roynd og veru kunnu fólk lúgva sum tey vilja fyri løgregluni. Tað er bara eitt, tey hava skyldu at upplýsa og tað er hvørji tey eru, nær tey eru fødd og hvar tey búgva.

Mest lisið hesa vikuna

Tað er rein satanisma

8. februar kl. 21:00

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

12. februar kl. 09:15

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

12. februar kl. 07:57

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Útlendingar í Føroyum

11. februar kl. 07:37