Kongshøll stóð ta barokku royndina

Úrmælingar úr London Symphony Orchestra spældu saman við føroyingum í høllini hjá Setrinum

Ingi Samuelsen
21. mai 2018 kl. 19:10

Nýggja runda høllin hjá Fróðskaparsetrinum, sum er innrættað í ovasta parti av fyrrverandi saltsiluni á Vestaru Bryggju í Havn er eisini vælegnað til tónleik.

Í dag var barokk konsert í høllini, sum vísti seg at vera væl egnað til endamálið.

Tað vóru tveir sera dugnaligir tónleikarar frá London Symphony Orchestra, sum vóru komnir til Føroya at spæla barokktónleik saman við føroyingum.

Hollendingurin Joost Bosdijk, sum spælir fagott, er eftirhondini væl kendur í Føroyum. Hevur føroyskan unnusta, og hevur eisini verið partur av Føroya Symfoniorkestri. Og so tosar hann enntá føroyskt, og kundi bjóða vælkomin og greiða frá ljómliðnum á næstan lýtaleysum føroyskum.

Hann hevði ein felaga við sær hesaferð, franska oboistin Olivier Stankiewicz. Teir báðir mannaðu eina barokka kvartett saman við fiólleikaranum Sámali Petersen og Johannesi Andreassen á kembalo.

Her um hvítusunnuna hava teir fýra hildið tvær konsertir. Í gjár í Skálanum í Klaksvík, og í dag í siluni á Setrinum, Kongshøll.

Teir spældu trý klassisk barokkstykkir. Tvey hjá Georg Philipp Telemann og eitt hjá tí meira ókenda kekkiska tónasmiðinum Jan Dismas Zelenka. Og so høvdu teir eitt stutt lag úr nótabókini hjá Svabo á skránni, sum Johannes Andreasen hevði útsett fyri barokkkvartett. Sera væl eydnað – so mikið, at tað eisini varð brúkt til eykanummar.

Ein hugnalig løta við ógvuliga dugnaligum tónleikarum í einum vøkrum høli, ið vónandi verður dúgliga brúkt til líknandi konsertir.

Sí eisini: Gott við tignarligum hølum til Setrið