Gott við tignarligum hølum til Setrið

Hóast hølinisviðurskiftini hjá Setrinum batna munandi nú, er bert talan um eina ávegis loysn á ein akuttan trupulleika

Ingi Samuelsen
4. mai 2018 kl. 13:59

Fólk vóru á einum máli um, at Fróðskaparsetur Føroya endiliga hevur fingið virðilig høli, sum hóskar einum altjóða lærdum háskúla.

Fyrrapartin var móttøka í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn, har Setrið hevur leigað og innrættað seg í trimum av hæddunum, aðru, fjórðu og fimtu. Og harafturat í ovara helmingi av rundu saltsiluni, sum nú kemur at virka sum stórur og vakur fyrilestrarsalur, auditorium.

Høllin verður nú kallað einki minni enn Kongshøll.

Sjúkrarøktarfrøðingadeildin hjá Setrinum er longu flutt inn í ovastu hæddina, og fyrsta dagin verður klárt hjá teimum lesandi á náttúruvísundadeildini at flyta inn í nýggju hølini. Undirvísingarhølini hjá teimum eru á fjórðu hædd og deils eisini á aðru hædd, har eisini nýmótans starvsstovur eru til tey lívfrøðilesandi á Setrinum. Harafturat eru á øllum hæddunum skrivstovuhølir til undirvísararnar á setrinum.

Tilsamans hevur Setrið nú ræði yvir 3.300 fermetrum við plássi til 164 næmingar og skrivstovupláss til 45 undirvísarar, upplýsti Ewald Kjølbro, landsverkfrøðingur, í síni røðu á hátíðarhaldinum. 

Ávegis loysn
Røður vórðu eisini hildnar av mentamálaráðharranum, borgarstjóranum, rektaranum og stýrisformanninum.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna við mentamálum fegnaðist – sum verða mann – um at tað endiliga er eydnast at skaffa Setrinum hóskandi hølir. Men meðan hon fegnaðist um nýggju og betraðu umstøðurnar, gjørdi hon eisini greitt, at hetta kemur nakað seint, og at talan einans er um eina ávegis loysn á ein akuttan hølistrupulleika.

- Hetta er fyrsta stig til at tryggja okkum eitt gott og sterkt universitetsumhvørvi, segði mentamálaráðharrin og vísti á, at málið enn sum áður er at byggja eitt nýtt setur, eitt universitetsøki ella kampus, sum miðsavnar alla undirvísing og gransking. 

Havnin skal vera altjóða metropolur
Annika Olsen, borgarstjóri tók hetta eitt stig víðari. Tað at Setrið er flutt inn í stásilig hølir á vestara havnarøki er fyrsta stig til at gera Havnina til ein altjóða metropol.

- Vit eru í eini tilgongd. Kommunan fer í komandi tíð at miðsavna orkuna til tess at gera Tórshavn til ein altjóða bý. Setrið skapar – saman við teirri jaligu umrøðu, sum ferðafólka- og matstovuvinnan í býnum hevur við sær – grundarlagið fyri at náa hesum máli, segði Annika Olsen. Bústaðir til ung lesandi skal skaffa nógv fleiri lesandi – bæði føroysk og útlendsk – til Havnina og harvið gera Havnina til ein yngri og lívligari bý, segði borgarstjórin. 

Setursíløgur loysa seg
Og Ólavur Ellefsen, formaður fyri stýrinum á Fróðskaparsetrinum setti tøl á, sum stuðla uppundir, at dreymurin hjá borgarstjóranum kanska ikki er so dreymakendur, sum hann kann ljóða í fyrsta umfari.

- Íløgur í fróðskaparsetur kasta pengarnur aftur fleiri ferðir, segði Ólavur Ellefsen. Hann vísti á, at tað er prógvað, at ein tvífalding av íløgunum í eitt fróðskaparsetur gevur tað fýrfalda aftur í øktari bruttotjóðarúrtøku.

- Spjaðingin av Setrinum hevur ikki verið nakar fyrimunur. Fyri at skapa dygdargóða gransking og útbúgving, krevst dygdargóðar karmar. Tí er Sjóvinnuhúsið eitt stórt stig rætta vegin. Vit eru komin eitt stórt stig tættari framtíðarinnar fróðskaparbýi, segði Ólavur Ellefsen.

Serlig tøkk til Sjúrð Olsen
Annika Olsen, borgarstjóri, nýtti í síni røðu høvið til at veita eina serliga heilsan til partamann sín, Sjúrður Olsen, sum hevur sitið sum formaður í vinnunevndini hjá Tórshavnar býráð, men ikki vann afturval á seinasta býráðsvali.

- Sjúrður eigur eina serliga tøkk fyri, at vit í dag kunnu sita í hesum stásiligu hølum í dag. Tað var hann, sum alla tíðina trúði upp á verkætlanina, og stundum stóð einsamallur og stríddist fyri projektinum, tá tað ikki gekk eftir vild hjá projektinum.

Tað er Tórshavnar havn, sum eigur og hevur umbygd Sjóvinnuhúsið.

Sí allar myndirnar: Nýggj nútímans hølir til setrið

Sjúrður Olsen, fyrrverandi formaður í Vinnunevndini, og Bogi Andreasen, núverandi formaður, saman við Kristinu Háfoss landsstýriskvinnu