Klumman: Tað er bara ein tú

Alt bendir á, at vit hava eina nokk so óhjálpna trongd eftir at vita, hvørji vit í grundini eru.

Poulina Slættanes
23. september 2021 kl. 15:00

Alt bendir á, at vit hava eina nokk so óhjálpna trongd eftir at vita, hvørji vit í grundini eru. Við jøvnum millumbili bjóða vikubløð og hissini útlendskar og heimligar heimasíður tær eina óbindandi sjálvkanning, so tú kanst vita, um tú ert “á góðari leið” ella “á einari leið” sum samfelagsborgari. Lagt verður upp til, at tú kanst vita eftir, um alt er í lagi við tær. Set eitt flugubein í, har tú heldur, at tú ert á lívsleiðini.

“Ert tú strongd? “ verður spurt. (Allarhelst ikki, um tú orkar at svara!)

“Ert tú ein góður vinur?” (Hevði tað ikki verið skilabest at spurt vinirnar?)

“Ert tú ein sjálvstøðugur persónur?” (Tak testina og vita, um tú ert. Hini vita.)

“Ert tú morgunfólk ella náttarravnur?” (Vel annað, so sært tú, hvussu langt tað røkkur).

“Medium ella large?” (Altso, hví eitur einki extra-medium?) 

Tað letur til, at øll onnur enn tú sjálv eru før fyri vita , hvussu tú í grundini hevur tað, ella hvussu tú burdi havt tað. Tí er umráðandi at vita, hvussu støðan er.

Og so koma allar tilráðingarnar, hvat eigur at vera gjørt og ikki, so vit sum samfelagsborgarar líkasum vita, hvar vit eru í metingini. Ein nøktandi viðkenning er ikki til at forsmáa, hvaðani hon so kemur frá!

Orðingarnar eru lovandi í sjálvbodnu kanningini . “Soleiðis fært tú viðrák og undanvind” og “soleiðis fært tú meira orku”. Er ikki ruddiligast her at fáa eitt spark í afturpartin, fara út og at ganga í staðin fyri at lesa tilráðingina ? 

Lívið er farið at minna meira og meira um eina bakiuppskrift. Tað er henda trongdin at vera við uppá tað, tá tú hevur tað lidna pulvurið og so bara ... hopsasa ... letur vatn útí koppin og rørir í væl og virðiliga. So er sloppið.

Vit eiga ikki at vera nøgd við nakað sum helst í dag. Tað er altíð okkurt, sum saktans kann vera betri. Frítíðin, familjan, húsini, bilskýlið, arbeiðið, hjúnalagið, sambúgvin, bindiklubbin osfr.

Ikki lukkuligt, um mann sjálvur finnur út av – hvat mann heldur. Tað er óhugsandi sambært nógvum serfrøðingum. Knappliga hevði stórur partur av fólkinum funnið út av, at teirra varhugi, kenslur og innlivingarevni satt at siga eru á heilt góðari leið. 

Men vit vilja hava ávegis hjálp, vísir tað seg. Eisini tá tað kemur til tann álvarsliga partin, ið eg als ikki eri før fyri at seta meg inn í, og sum hevur eina heilt aðra merking. 

Árliga verða skeið hildin úti um landið, har vit skulu læra at vera tann, vit eru ella læra at gera um uppá okkum sjálvi. Vit skulu vera við fyri at læra, ikki so ? Er hetta ikki heilt framúr – at onkur er so væl lærdur, at til ber at lesa hini av og seta orð á, hvørji tey eru ? Ein, sum hevur nógv betur skil á tí enn tú og tínir kenningar. Løgið !

Herfyri stóð at lesa á portali, at heilt nógvir føroyingar gingu til sálarfrøðing, og ein uppaftur størri partur hevði henda tørv, men sluppu ikki til. Er tað skelkandi ella eitt heilsutekin ? Ótilætlað svaraði eitt faklærdur, at tær nógvu vitjanirnar hjá sálarfrøðingi stóðust av, at vit ikki longur finna okkum í at hava ilt í sálini ella lívinum. Ikki, at vit fara at gera okkurt við tað men heldur, at vit ikki vilja finna okkum í tí. 

“Tað er sum at fara á verkstað”, segði fakmaðurin so beistaktiga. “Tað er sum um sálarfrøðingurin letur kølarahjelmin upp og sigur: “Oyje. Hetta er eitt slag av tunglyndi – hetta orni eg. Kom aftur hósdagin. “ 

Sjálvt frá heilt seriøsum serfrøðingum vænta vit eina mentala heildarloysn. Kortini ignorera vit, at lívið er tín ábyrgd og verkætlan.