Ongi úrslit

Kanska 32 lond í EM-endaspøl framyvir

UEFA arbeiðir við møguleikanum at hækka talið á londum í EM-endaspølum í fótbólti upp í 32 lond. Frakland, Týskland og Portugal endaðu í sama bólki í ár, og tað verður mett at vera óheppið.

Katrin Erlendsdóttir
Í gjár kl. 16:38

Síðani 2016 hava 24 lond kappast í endaspælinum um evropameistaraheitið í fótbólti, og tað hevur eisini verið galdandi fyri Onglandi og Italia, sum bresta saman í finaluni í kvøld. Tó kann hetta við 24 londum nú verða broytt.

UEFA er í gongd við at kanna møguleikan at hækka talið á londum í endaspølum úr 24 upp í 32. Um broytingin verður framd, kemur hon tó ikki í gildi fyrr enn til endaspælið í 2028, sum skal leggjast til rættis í seinasta lagi áðrenn 2023 endar. Hetta skrivar tíðindastovan AP.

Møguligu broytingarnar sigast koma av, at so stór fótbóltslond sum Frakland, Týskland og Portugal øll endaðu í sama bólki í EM-endaspælinum í ár og tí høvdu lítlan møguleika at koma víðari. Jú fleiri lond eru við í endaspælum, størri eru møguleikarnar fyri, at tey stóru londini koma at kappast við hvørt annað í teimum seinastu avgerandi dystunum.

Enn er ikki greitt, nær ein møgulig avgerð skal takast um at vaksa um talið á londum í endaspølum.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Gjald áðrenn etið verður

6. juli kl. 11:55

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

7. juli kl. 13:00

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45