Kaj Leo: Vit noyðast at lyfta støðið á sálarfrøðishjálp

Nú eru fyrstu stigini tikin í arbeiðnum at bjóða ungum og vaksnum í aldursbólkinum 15-35 ár, ið stríðast við angist ella lættari til moderat tunglyndi, ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð.

Katrin Johannessen
12. juni 2020 kl. 13:30

Royndarskipan klár eftir ólavsøku
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur arbeitt við einari serstakari lóg um eina royndarskipan, har ung og vaksin í aldursbólkinum 15-35 ár, ið stríðast við angist ella lættari til moderat tunglyndi kunnu fáa ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð. Hetta kemur eftir, at ein arbeiðsbólkur undir leiðslu av Heilsumálaráðnum í fjør handaði eitt tilmæli til politiska myndugleikan, um at gera eina tílíka skipan. 

-Har er avgjørt ein tørvur á hesum. Tað kostar nógv at ganga til sálarfrøðing, um tú sjálvur skalt gjalda. Vit hava brúk fyri at lyfta støðið, tá tað kemur til sálarfrøðishjálp og hetta er ein liður í tí arbeiðnum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Arbeiðið hevur verið seinkað orsakað av korona, men nú eru fyrstu stigini tikin og ein kunngerð verður gjørd klár til at verða lýst. Lógin verður væntandi løgd fram á Ólavsøku. Játtan er sett av á fíggjarlógini í ár til at fáa sett tilboðið í verk, so tá lógin er samtykt og kunngerðin lýst, manglar bert at seta ein verkætlanarleiðara, áðrenn til ber at bjóða viðgerðina.

Tørvurin hjá teimum ungu er mest átrokandi
-Vit byrja her, tí tað eru øgiliga nógv fólk í tjúgunum, sum hava avbjóðingar. Hetta er tað tyngsta og mest átrokandi beint nú. Vit kunnu byggja út og fevna um aðrar aldursbólkar ella sjúkugreinar seinni, tá hitt er komið í rætt lag, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Kringvarpið vísti á síðst í mai, at føroysk ung frá 18-34 eru meir rakt av bangilsi, ampa, órógv ella angist samanborið við donsk ung í sama aldri sambært einari kanning frá Fólkaheilsuráðnum. 

-Grundin til, at vit gera tað fyri bert hendan aldursbólkin er, at vit hava hugt eftir royndum úr øðrum londum so sum Onglandi og londum í Skandinavia. Summi lond hava roynt at byrja við øllum aldrum og øllum sjúkugreinum, men tað varð alt ein fløkja. Tað vísir seg, at í teimum londunum, har tey hava arbeitt málrætt, har riggar tað veruliga, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Les eisini Fleiri til sálarfrøðing eftir korona