Fleiri til sálarfrøðing eftir korona

Tað eru fleiri, sum ynskja at sleppa til sálarfrøðing eftir korona

Bryndis Hjartardóttir
3. juni 2020 kl. 08:08

Sálarfrøðingar merkja ein øktan tørv eftir sálarfrøðiligari viðgerð, nú samfelagið aftur er farið upp í ferð. Hetta er bæði ein beinleiðis og óbeinleiðis ávirkan av korona, heldur Annika Daviden, sálarfrøðingur.

- Vit merkja væl, at fleiri koma til og fleiri í vinnuni siga tað sama. Tað eru fleiri ymsikar forkláringar til tilgongdina og tað kemur ikki heilt óvænta, sigur Annika Davidsen.

Hon greiðir frá, at yvirskipað kann tørvurin deilast upp í ymiskar bólkar. Fyrst og fremst eru tað tey, sum longu vóru í viðgerð áðrenn samfelagið fór niður í ferð, og sum ikki sloppu framat tí alt var stongt. Tey koma aftur nú og har merkist, at fleiri hava stóran tørv á at sleppa framat aftur, sigur Annika.

At tilgongdin er økt kemur bæði sum ein beinleiðis og óbeinleiðis ávirkan av korona kreppuni. Hetta kunnu verða fólk, sum hava tað ringt við ótta og sum eru ávirkaði av korona støðuni, tí støðan kanska skapar trupulleikar, sum ikki hava verið áðrenn, ella at fólk kenna seg eyka strongd eftir at hava verið heima í so langa tíð og tað hevur verið ringt at skipað ein gerðandisdag við arbeiðslívi og familjulívi, greiður hon frá.  

-Teoretiskt so hava kreppustøður, sum koronastøðan hjá okkum, oftani tað við sær, at fólk setast at hugsa um sína støðu og raðfesta sína sálarheilsu, og tá eru tað fleiri, sum velja at leita sær hjálp fyri okkurt tey hava ligið inni við í longri tíð, sigur Annika Davidsen.

Men tað eru ikki bara keðiligar støður, sum koma úr krepputíðum, sigur hon. Oftani vísa slíkar tíðir hvat er umráðandi í lívinum og kunnu ofta broyta okkara raðfestingar í lívinum. Tí kundi tað ganga báðar vegir við um fólk fóru at raðfesta sálafrøði eftir hesa støðuna heldur hon.

-Tað at halda seg í avbyrging, sum vit hava, kann eisini hava langíðar avleiðingar og tað er væl møguligt, at fleiri verða ávirkaði seinni av hesum, sigur Annika Davidsen.

Eitt uppskot liggur hjá landsstýrismanninum í Heilsumálum um at gera eina skipan við ókeypis sálarfrøðiliga hjálp til til ung og vaksin, ið stríðast við angist ella lættarum tunglyndi, og hetta heldur Annika, hevði komið væl við nú.