Mikudagin 18. februar eru tað hundrað ár, síðani Judith Holm Kjærbo í Havn var fødd. Dagurin verður hildin á Boðanesheiminum frá klokkan 15 til 18, har øll eru hjartaliga vælkomin. Tað eru nú tríggir mánaðir síðani, at Judith flutti á Boðanesheimið at búgva, og har kennir hon seg væl.
Í síðstu viku datt prátið við eina, sum er uppvaksin úti í Grønlandi, inn á, at nú hevur Judith livað í eina heila øld. Hon róði aftur á barna- og ungdómsárini í grannalagnum og sá fyri sær myndina av Judith og Osvald, sum altíð vóru til gongu og ongantíð fingu sær bil. Viðhvørt var hon so ronk og kvik einsamøll ella saman við einari ella fleiri av døtrunum, og viðhvørt var hann einsamallur á veg á posthúsið ella onnur ørindi í býnum, og so fylgdust tey á veg heim í Ebenezer, sum var andaliga heim teirra.
Tey vóru so fryntlig og hábærslig, og í sjálvum sær var tað ein vitnisburður, tá ið tey sunnumorgun fóru heim eftir Jóannes Paturssonargøtu, og vit vistu, at nú vóru tey á veg heim at minnast Harran og takka honum. Tey vóru tignarlig og ein sonn býarmynd, helt henda miðaldrandi kvinnan fyri.
Barnaheimið hjá Judith var undir Glasheyggi. Foreldrini vóru Anna Sofía Joensen úr Skorini á Eiði og Dánjal Holm Jacobsen úr Leynum. Hann var beiggi Christian Holm Jacobsen, sum var millum stóru vinnulívsmenninar í Føroyum, tá ið Judith var barn og vaks til. Dánjal Holm Jacobsen var eisini vinnulívsmaður. Hann var nevndur Dánjal Jákup í Skipshandlinum, og umframt at fáast við skipshandil, so átti hann skip og hevði eitt nú sandgoymslu og seldi sand og annað í tí sambandi.
Dánjal Jákup doyði 3. mars í 1968. Hann var føddur 18. januar í 1898 og sostatt 70 ára gamal, tá ið hann fór. Anna Sofía doyði 17. januar í 2001. 16. mars í 2000 var hon fyrsti føroyingur, sum í hesi øldini fylti 100 ár. Judith var næstelst av seks systkjum: Ingibjørg, Judith, Maria, Jens Pauli, Astrun og Thurid, og tey búsettust øll í Havn. Nú er Judith einsamøll eftir á lívi.
Judith er havnarkona, og hon hevur altíð havt alsk til røturnar í Leynum og á Eiði. Eitt nú var tað týdningarmikið fyri hana, at ein av málningunum í stovuni var av Eiði, og at tað var skyldmaðurin Óli Egilstrøð, sum hevði málað.
Judith og Osvald Kjærbo giftust 21. oktober í 1950. Tey bygdu í nýggja býlinginum í vesturbýnum, sum varð nevndur úti í Grønlandi, tí tað tá í tíðini kendist vera so langt úr miðbýnum og út hagar.
Judith og Osvald fingu fimm døtur: Anna, Katrin, Kristvør, Guðrun og Jórun. Anna og Katrin búgva í Havn, Kristvør býr í Kalifornia, og Guðrun og Jórun búgva í danska høvuðsstaðnum. Nú mamman verður 100, eru tær allar heima at hátíðarhalda merkisdagin.
Osvald varð einaferð spurdur, um hann ikki roknaði við, at tað fór at vera ein drongur og tískil var vónbrotin, tá ið Judith átti fimtu gentuna. Hann dugdi at svara fyri seg og segði, at tá ið triðja gentan var á veg, hugsaði hann, at tað kanska fór at vera ein drongur, og tá ið tann fimta var á veg, roknaði hann ikki við øðrum, enn at tað fór at vera ein genta, og at tær allar fimm vóru gávur frá Harranum, sum vóru Judith og honum til stóra gleði og signing.
Anna og eg vórðu par í 1976, og tað var ikki hissini móttøka, sum tey vístu fyrsta versoninum. Tá tók Osvald til, at signingin við at eiga fimm døtur er, at so koma versynirnir. Tað kendist sum sonarrættur og sonarkor, sum tað stendur.
Í Orðtøkunum 31 lýsir vísmaðurin Salemon dugnaligu konuna. Eitt nú sigur hann, at hon fer upp fyri lýsing og gevur húsfólki sínum mat og gentum sínum setning fyri dagin. Soleiðis hevur tað verið hjá Judith. Ofta sat hon í stovuni inn frá køkinum, og altíð tókst hon við okkurt handarbeiði, meðan hon hevði eyga við, at alt var, sum tað átti at vera. Heimið var merkt av gudsótta, kærleika, arbeiðssemi, tænastulyndi og trúfesti, og saman løgdu tey bæði lunnar undir eina stóra og samanhangandi ætt.
Beinanvegin, tá ið vit í 1972 komu av bygd og til Havnar at ganga í Hoydølum og leitaðu okkum í Ebenezer, kendu vit hitan frá teimum, sum bjóðaðu okkum inn til drekkamunn og nátturða. Eitt av hesum heimunum var hjá Judith og Osvald. Heimið kendist snøgt og fjálgt, og í Ebenezer bar til at eygleiða, hvussu bæði mynduga og kærleiksfulla Judith dugdi at vera saman við teimum báðum yngstu, sum tá framvegis vóru smágentur.
Osvald var sumbingur, og áðrenn hann í 1943 kom til Havnar, gekk hann í framhaldsskúla á Tvøroyri. Tað var tá, at hann varð umvendur, og tá vígdi hann lívið til tænastu hins hægsta. Í Ebenezer bar hann kyndilin høgt. Fyrstu árini í høvuðsstaðnum var hann ofta við Sendiboðnum, sum Dánjal Jákup í Skipshandlinum var ein av ábyrgdarmonnunum fyri. Teir vitjaðu í grannabygdunum við evangeliska boðskapinum, og Judith og systrarnar vóru ofta við.
Í hjúnalagnum var raðfestingin greið. Tað snúði seg um døturnar og familjuna og um at æra Harran og tæna honum. At Osvald í 1955 fór undir egið virki og var heilsølumaður og umboð mundi vera, tí hann í tí arbeiðnum kundi samantvinna dagliga yrkið og at bera gleðiboðskapin fram. Hann vitjaði viðskiftafólk kring landið og talaði í samkomum og vitjaði í heimum.
Hetta bar til, tí talan var um toymisarbeiði hjá teimum báðum. Judith stýrdi heima. Hon var um døturnar og familjuna, røkti heimið og stuðlaði mannin í borgarliga yrkinum og tænti í Ebenezer. Genturnar minnast við gleði aftur á, tá ið Judith og Osvald og tær fleiri ferðir hildu summarfrí í Danmark. Tá varð dynamiski gerandisdagurin lagdur til viks, og foreldrini spældu og hugnaðu sær saman við teimum. Viðhvørt ferðaðust tey bæði uttanlands. Onkuntíð var tað saman við øðrum vinfólkum, og eitt nú yngsti beiggi Osvald, Leivur, sum búði niðri í nógv ár, áðrenn hann í 1970 aftur flutti til Føroya og var handilsmaður í Sumba, stóð teimum nær. Judith og Osvald vóru í Ísrael heilt stutt eftir seks daga kríggið í juni 1967. Tað var rímiligt føðilandið hjá Frelsaranum og søgan hjá Guds egna fólki og kendu plássini í Jerusalem og eitt nú við Galileavatnið, sum dró. Men Judith hevur onkuntíð tikið til, hvussu tað setti seg í hana, tá ið tey sóu allar skógvarnar, sum egyptisku hermenninir høvdu latið seg úr, áðrenn teir flýddu suður eftir Sinaihálvoynni.
Hóast høgan aldur, so hevur Judith ofta tikið til fyrstu uttanlandsferðina. Tað var við Føroyingi, sum pápin átti. Ferðin var til Aberdeen. Sangkórið í Ebenezer var við, og fyri tveimum árum síðani greiddi Judith frá túrinum í sjónvarpinum. https://kvf.fo/node/154638
Av lyndi er Judith signað við løttum og blíðum sinni. Hon hevur altíð verið sera gestablíð og dugað serstakliga væl at fáa fólk at kenna seg vælkomnan. Orðini í Hebrearabrævinum 13,2 hóska seg til heimið hjá Judith og Osvald: "Gloymið ikki at vera gestablíð, tí harvið hava nøkur - uttan at vita tað - havt einglar til gestir."
Har vóru suðuroyingar og norðoyingar, og har vóru samkomufólk ymsa staðni frá í landinum, og eitt nú á samfelagsmøtum vóru mangan nógv fólk í stovuni. Ofta vitjaðu bretskir trúboðarar í Føroyum, og tá ið teir vóru í Havn gistu fleiri teirra í Jákup Nolsøesgøtu 17. Steðgurin kundi vera í fleiri vikur, og tá ráddi um hjá Judith at nýta hugflogið, tí hjá gestunum gleið føroyski maturin kanska ikki altíð so væl niður.
Tá ið Else og Brynleif Hansen í 1965 fóru undir barnalegurnar við Áir, og leguhúsið Zarepta í Vatnsoyrum tvey ár seinni varð tikið í nýtslu, vóru Judith og Osvald eldhugaðir stuðlar. Osvald lærdi úr Orðinum, og Judith var í køkinum. Millum tær, sum røktu ta tænastuna mentist serligt vinalag, og tað var ikki so sjáldan, at Malena í Beiti, sum var lyklapersónur í hesum, steðgaði í fleiri dagar hjá Judith.
Mamman og systrarnar fyltu nógv hjá Judith. Tær fullu hvør eftir aðra frá, og tá ið Osvald var sjúkur og viknaði, áðrenn hann 29. mai í 2012 flutti í ævigu bústaðirnar, vísti Judith honum stóra umsorgan. 15 barnabørn eru løgst aftrat, og á sín serliga hátt hevur Judith lært tey bæði tað handaliga og andaliga og gleðst í menningini, og á fremstu parkett hevur tað verið signað at vera vitni til forrættin, sum tað hevur verið og framvegis er hjá Annu at hava dagligt samband við nú 100 ára gomlu mammu sína. Nú eigur Judith 25 langommubørn.
Tá ið Judith og Osvald í 1975 høvdu silvurbrúdleyp, vóru tey í London, og heimafturkomin hildu tey veitslu á Hotel Hafnia. Ein stórur tindur í lívi teirra var tað, tá ið tey í 2000 høvdu gullbrúdleyp. Øll familjan var heima, og vit fegnaðust saman við teimum mongu, sum møttu til veitsluna í Ebenezer, har tað var fult hús. Judith átti hugskotini og orkestreraði.
Sunnudagin vóru vit í Fuglafirði og fylgdu 74 ára gamla Jóannesi Ismarsson Joensen til gravar. Tað var serligur vinskapur millum tey í Fuglafirði og heimið í Jákup Nolsøesgøtu, og á samfelagsstevnu hildu Ismar og tey til hjá Judith og Osvald. Jóannes var smádrongur, tá ið hann fyrstu ferð á samfelagsmøtunum búði í Jákup Nolsøesgøtu, og har var hann hvørt ár í tað mesta av einari hálvari øld í eina viku í november. Judith dugdi so sera væl við Jóannesi, og hann kendi seg væl hjá teimum.
Undir jarðarferðini sang Bárður á Lakjuni við lagnum hjá pápa sínum Summi fólk so fegin ganga, sum Ismar í 1985 umsetti eftir danska Mads Nielsen. Sangurin kendist sum góð lýsing av Jóannesi, og meðan eg sat har, runnu orðini mær í huga hjá kvinnuni úti i Grønlandi, sum í innganginum vórðu nevnd, og eg hugsaði, at hetta eisini var ein góð lýsing av mínum kæru verforeldrum Osvald, sum flutti heim fyri skjótt 13 árum síðani, og Judith, sum mikudagin verður 100 ár:
1. Summi fólk so fegin ganga
sum við kongsboðum á ferð,
bera vitni millum manna,
at Guds dýrd av kongsins ber.
Smílið er sum sólarglottin
– sum ein sól, ið lýsir frið.
Leiðin, ið vit skulu ganga,
fríðkast upp við teirra lið.
2. Teirra lív fær mátt úr djúpum
keldufari, sum ei sæst;
heimliga í teirri kvirru,
har bert gott av skafti fæst.
Og í einum treiskum heimi,
sum bert trýr tí, ið hann sær,
eru tey sjálv lívsins vitni
um Guds verk, sum eydnu fær.
3. Hesi vága tað, vit onnur
syngja um hvønn sunnudag,
gráa yrkadagin fáa tey ein halgidóm í lag.
Gera hesa fold, vit kalla
eina neyðars sorgarverð,
til ta summarbreyt, ið beint til
stjørnuportrið fagra ber.
Nú sólin spakuliga søkkur í vestri og kastar sítt milda kvøldarljós yvir lívsleiðina, takka vit tær kæra vermóðir fyri alt tað, sum tú hevur verið og ert fyri familjuna og so mong onnur, og vit ynskja tær Harrans signing og frið á lívskvøldinum.
Hjartaliga til lukku við degnum!
Versonur tín Richard
