Ongi úrslit

Í morgin verður Romeo og Julia frumsýndur

Í morgin verður Glasir karmur um kendu kærleiksøguna úr Verona

Ragnar Sjúrðarson
Í gjár kl. 19:26

Í morgin, leygardagin 16. november, klokkan 19:30 verður Romeo & Julia frumsýndur á Glasi.

Verkætlanin hevur tikið trý ár at búnast og mennast og í gjár var so fyrsta undanframførslan.

Tey handan leikin skriva á Facebook at "Undansýningarnar vístu tað, sum var væntandi. Ein gigantiskur leikur krevur ein gigantiskan pall. Ógvusligt, eymligt, flott og rátt alt í einum."

Leikurin er eitt samstarv millum Det Ferösche Compagnie, Tvazz og Glasir.

Til ber at ogna sær atgongumerki her: Atgongumerki.fo

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

Í gjár kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46