Fleiri vesturlendsk lond hava seinastu árini fordømt, funnist at og tikið frástøðu frá serligu frásøgukvinnuni hjá ST fyri tey palestinsku økini, Francesca Albanese. Fyri fáum døgum síðani tóku eisini Frakland og Tjekkia greiða frástøðu frá hesi kvinnu.
Umstrídda kvinnan hevur fleiri ferðir elvt til kjak og atfinningar. Hon hevur m.a. rættvísgjørt yvirgangsálopið hjá Hamas tann 7. oktober 2023, luttikið á einari ráðstevnu hjá Hamas og í einum eldri uppslagi skrivað um eina “jødiska lobby”, sum sambært henni stýrir USA.
Kortini situr hon framvegis í starvinum sum serlig frásøgukvinna hjá ST fyri tey palestinsku økini.
Í hesum mánaðinum segði hon alment:“Vit, sum ikki hava ræði á stórum mongdum av fíggjarligum kapitali, algoritmum og vápnum, síggja nú, at vit sum mannaætt hava ein felags fígginda.”
Hendan og aðrar útsagnir hava ført til, at fleiri vesturlendsk lond alment hava fordømt Francesca Albanese og sett spurnartekin við, um hon er skikkað til starvið.
Í februar 2025 var Albanese í Danmark, har hon hevði fund við politikarar. Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, var á hesum fundi, og hann var øðrvísi enn allir aðrir fundir, hann hevur verið á. Tí ein fyri og annar eftir fóru donsku politikararnir av fundinum sum mótmæli móti hennara ekstremu útsagnum.
Men Danska stjórnin hevur ongantíð – sum mangar aðrar stjórnir – alment tikið frástøðu frá Albanese.
Tí setir Sjúrður Skaale nú danska uttanríkisráðharranum tveir skrivligar fyrispurningar, har fólkatingsmaðurin spyr, hvørja støðu danska stjórnin hevur til Francesca Albanese og hennara leiklut sum serlig frásøgukvinna hjá ST.
Skrivligu fyrispurningarnir og grundgevingin til danska uttanríkisráðharran eru her týdd til føroyskt:
Ministaraspurningur:
Kann uttanríkisráðharrin greiða frá støðu stjórnarinnar til serligu frásøgukvinnuna hjá ST fyri tey palestinsku økini, Francesca Albanese, herundir hennara virksemi og úsagnir í hesum leikluti?
Ministaraspurningur:
Heldur uttanríkisráðharrin at Francesca Albanese er skikkað til sítt starv sum serlig frásøgukvinna hjá ST fyri tey palestinsku økini?
Grundgeving:
Fleiri vesturlendsk lond hava seinastu árini fordømt, funnist at og tikið frástøðu frá serligu frásøgukvinnuni hjá ST fyri tey palestinsku økini, Francesca Albanese. USA og Ísrael hava bannað Albanese at koma inn í londini, meðan uttanríkisráðið í Fraklandi og Kekkia hava fordømt hennara útsagnir og heitt á hana um at leggja frá sær, eftir at hon m.a. hevur umrøtt Ísrael sum ein »felags fígginda hjá mannaættini«. Týska stjórnin hevur fordømt hennara útsagnir og sagt hana vera óegnaða til starvið. Italia hevur sagt, at hennara útsagnir als ikki kunnu góðtakast. Eysturríki hevur reist spurningin um, hvørt hon er skikkað til starvið. Niðurlond hava avlýst innbjóðingar til hana orsakað av hennara ekstremu útsagnum um Ísrael.
Her eru eru nøkur dømi um tað, Albanese hevur sagt:
Í februar 2026 – fyri fáum døgum síðani – segði hon: »Vit, sum ikki hava ræði á nógvum fíggjarligum kapitali, algoritmum og vápnum, síggja nú, at vit sum mannaætt hava ein felags fígginda.« Albanese hevur harumframt samanborið Ísrael við Triðja Ríkið og ísraelska forsætisráðharran við Adolf Hitler. Hon hevur fleiri ferðir ført fram, at Ísrael eigur at verða útihýst úr ST. Í 2014 skrivaði hon í einum opnum brævi á Facebook, at ein »jødisk lobby« hevði ræði á USA.
Altjóða kvinnudagin 8. mars 2024 skrivaði hon soleiðis á X: »Mínir tankar fara í dag til kvinnurnar og ungu genturnar í Gaza. Máttu tær funnið tað ‘sekundið av trygd’, sum tær so sáran hava brúk fyri. Mínar tankar fara eisini til tær ísraelsku kvinnurnar, serliga tær í ísraelska herinum: Hvat hava tit gjørt, hvat eru tit vorðnar til? Kæru tit, tá ið tit fata hetta, fara tit at verða plágaðar í allar ævir.«
Í februar 2024 segði hon, at yvirgangsálopið hjá Hamas tann 7. oktober 2023 ikki var motiverað av jødahatri, men var eitt »aftursvar til kúging Ísraels«. Í november 2022 luttók hon umvegis eitt videolink á einari ráðstevnu við Hamas, har hon segði: »Tit hava rætt til at seta tykkum ímóti hesi herseting.« Tá Hamas eitt ár seinni drap 1.200 fólk, harav flestu vóru sivil, neyðtók gentur og kvinnur og tók 250 sivilfólk sum gíslar, skrivaði hon á X, at »dagsins harðskapur eigur at setast í samanhang.«